Taptu púra óvæntað

Tað tykist sum um, at føroyska liðið als ikki er komið yvir tapið móti Stórabretlandi í gjár. Soleiðis ljóðaðu boðini av Cypros í hálvleikinum, tá føroysku kvinnurnar vóru aftanfyri 12-11, og soleiðis ljóða boðini framvegis nú dysturin er av. Føroyar taptu 23-22!

 

Tað kom ongantíð ferð á føroyska spælið, og ikki fyrr enn móti dystarenda komu Føroyar endiliga á odda 22-21. Men fjáltur var á føroysku kvinnunum, sum heldur enn at geva sær góða tíð í álopunum, gjørdu ov skjótt av, og soleiðis slapp Cypros at byggja tvey álop upp, sum tær eisini skoraðu uppá.

Mentalt er føroyska liðið ikki nóg væl fyri nú, ljóðar metingin av Cypros.

 

Hóast eyðmýkjandi tapið fyri vertunum, so er veruleikin tó ikki verri enn so, at Føroyar hava spælt seg í semifinaluna. Har verður mótstøðuliðið annaðhvørt Bosnia ella Finland.

 

Toppskjútti á føroyska liðnum í dag var annars Anna Kristina Samson við fimm málum.