Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum tapti fyrsta dystin í Portugal, har liðið er partur av EM-undankapping. Spælt varð móti Wales, og endaði dysturin við 4-1 sigri til Wales. - Í fyrra hálvleiki spældu vit upp til teir og spældu okkum fram til fleiri góðar málkjansir. Kortini vóru tað walisar, sum fingu einasta málið í fyrra hálvleiki, sigur Pætur S. Clementsen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF. Føroyska málið í dystinum skoraði Helgi Samson. Næsta uppgávan verður mikukvøldið, tá Føroyar spæla móti Portugal. Portugal vann í gjár 2-0 á Kasakhstan.