Føroysku kvinnurnar taptu hóast greiða yvirvág

Føroyska kvinnulandsliðið tapti fyri Lettlandi

Mynd: FSF

FSF skrivar á fsf.fo: - Sunnumorgunin klokkan tíggju skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla um bronsuna í Baltic Cup 2024. Hetta gjørdist greitt hóskvøldið, tá Føroyar taptu 2-1 fyri Lettlandi.

 

Føroyska liðið sat annars á tí mesta av spælinum, og kom eisini til fleiri góðar støður. Ikki færri enn tríggjar ferðir brast bólturin á træverkið, men tíverri var hepni ikki við okkara kvinnum, og so endaði tað ístaðin við einum teprum 2-1 sigri til lettlendsku vertirnar á LNK Sports Park í Riga.

 

Lettland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, og 1-0 var eisini støðan í steðginum. Men tá 57 minuttir vóru farnir lá bólturin í lettlendska málinum. Birita Ryan kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum, og hon smekkaði bóltin móti málinum, sum fyrst rakti tvørtræið, áðrenn hann umvegis eitt lettiskt bein endaði í netinum.

 

Bæði áðrenn og aftaná útjavnandi málið var bólturin nærum alla tíðina á føroyskum fótum, men tá avtornaði fór Lettland avstað við sigrinum. Avgerandi málið skoraðu lettlendingar tá eitt korter var eftir at spæla.

 

Sunnudagin klokkan tíggju skulu kvinnurnar aftur á vøllin, tá dysturin um bronsuna er á skránni. Mótstøðulandið tá verður Litava, sum í hálvfinaluni móti Estlandi tapti eftir brotssparkskapping. Aftaná vanliga leiktíð stóð annars á jøvnum 2-2.

 

Bronsudysturin millum Føroyar og Litava verður stroymdur á FSF.fo. Skrivar FSF á heimasíðu sínari. 

 

Mynd: FSF