Taptu greitt móti Svøríki

Føroyska U19-landsliðið í mansflogbólti var greitt við undirlutan, tá teir spældu móti Svøríki

Flogbóltur

Saman við U19-kvinnunum eru unglingarnir í løtuni í Ikast og kappast um norðurlandameistaraheitið, og har gjørdist talan um greitt tap móti sterku sviunum.
Hóast yvirvaldið var sterkt, so smæddust okkara menn ikki heilt burtur kortini. Millum annað spældu teir sera væl eitt skifti í triðja settinum, tá teir bardu seg frá 2-8 upp á 12-12, men teir megnaðu ikki at halda støðinum allan vegin, og so streyk Svøríki avstað við sigrinum.
Næsti dysturin hjá U19-unglingunum skuldi spælast fyrrapartin í dag, tá Noreg var á skránni.