Ongland
Framman fyri fullari heimaáskoðarafjøld kiksaði Hull City enn einaferð, tá teir leygardagin spældu grannauppgerð móti Scunthorpe.
Roknað varð alla tíðna við, at talan fór at gerast um ein torføran dyst hjá Julian og teimum, men at lagnan skuldi gerast teimum so hørð, hevði fáur grunað. Fram til seinasta minuttin var nevnliga talan um javnstøðu millum grannarnar, sum báðir stríðast fyri uppflytan, men í seinasta minuttinum fekk Scunthorpe fríspark, sum Mark Jackson smekkaði beinleiðis í netið.
Úrslitið hevur við sær, at Julian og teir nú eru dotnir niður um sjeynda plássið, sum gevur rætt til sonvendu play-off dystirnar um uppflyting, so hóast venjaraskifti og ónøgd millum áskoðararnar annars, so er enn ikki líkt til, at teir í Hull megna at venda vánaligu gongdini.