Taptu fyrsta dystin móti Finnlandi

Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti fyrsta av tveimum venjingardystum í Finnlandi.

Finland - Føroyar 29-24 (10-11)

Les eisini: Fingu roynt fleiri spælarar móti Finnlandi

Føroyska manslandsliðið hjá monnum er um vikuskiftið í Finnlandi á venjingarlegu. Tveir dystir móti finska landsliðnum eru á skránni, og hin fyrsti av hesum var leiktur fyrr í dag.

 

Føroyar byrjaðu sera væl og komu fram um 0-5 áðrenn finnar fingu fyrsta málið. Eftir hetta loyvdu føroyingar finnum inn aftur í dystin og í hálvleikinum var leiðslan bert eitt mál. 10-11.

 

Í seinna hálvleiki var søgan ein heilt onnur. Finnar fingu yvirvágna og serliga vinstri bakkurin hjá teimum, Nico Rönnberg, var ein ov stórur biti hjá føroysku verjuni.

Hetta førdi til, at endaliga úrslitið gjørdist 29-24 til Finnlands í hesum fyrsta venjingardystinum millum liðini.

 

Seinni dysturin verður leiktur í morgin, sunnudagin, klokkan 10.30 føroyska tíð.

 

 

 

Peter Krogh 7 Rói Berg Hansen 5 Jónas G. Djurhuus 3 Helgi H. Hoydal 2 Fríði H. Weyhe 2 Tróndur Kragesteen 2 Vilhelm Vilhelmsen 1 Hans Eli Sigurbjørnsson 1 Brandur Halgirsson 1 Vilhelm Poulsen 1