Taptu fyri finska Turku

Leygardagin fór føroyska landsliðið í fótbólti til La Manga í Spania, har árliga venjingarlegan verður í ár

Fyrsti dysturin á túrinum var ímóti finska felagnum, TSP Turku, og sum skilst, so spældi Føroyar ein góðan dyst. Okkara menn høvdu fleiri góðar møguleikar í dystinum, og tann størsta av teimum fekk Christian Høgni Jacobsen, tá hann sendi eitt skot á tvørtræið. Í staðin fyri eitt ma´til Føroyar, so eydnaðist finska felagnum at vinna dystin, tá teir fingu eitt mál í ensta løtu. Sostatt tapti Føroyar sín fyrsta dyst 1-0.