Føroyar taptu í dag 2-0 í U-19 landsdysti ímóti Danmark. Uppgerðin varð spæld í Bulgaria, har Danmark, Føroyar, Bulgaria og Turkaland telvast í EM undankappingarbólki.
Danmark legði seg á odda í 6. minutti, og ein minutt fyri leiklok varð sigurin staðfestur.
Í fyrsta dystinum, sum var ímóti Turkalandi mikudagin, taptu Føroyar 3-1. Sama dag vann Bulgaria 1-0 á Danmark.
Føroyar skulu spæla ímóti Bulgaria mánadagin.










