Taptu eisini seinna dystin

Føroyska U15-landsliðið hjá dreingjum tapti aftur í dag ímóti Sveis.

Føroyska U15-landsliðið, sum fyrradagin tapti 4-1 í fyrsta altjóða dystinum í hesum árganginum ímóti Sveis, spældi aftur í dag landsdyst ímóti sama liði. Hesaferð varð spælt á Tórsvølli, meðan dysturin fyrradagin varð spældur í Klaksvík.


Í dag tapti føroyska U15-landsliðið 2-0. Tað var Yannick Cotter, sum skeyt bæði tey sveisisku málini. Tey komu í 8. og 17. minutti. Føroyar var annars væl við í dag og spældi seg til einar fýra málmøguleikar.


Teir, sum mannaðu føroyska liðið frá byrjan í dag, vóru Bjarti Vitalis Mørk, Sámal Jákup Jóhannusarson, Aleksandur Ó. Jensen, Regin í Geil Jakobsen, Oddur í H. Petersen, Símun Sólheim, Leivur F. Guttesen, Áki Hentze, Kristian K. Hentze, Jónas Warner og Bárður Ó. Jensen.