Taptu dystin við seks málum

Hondbóltslandsdysturin endaði 33-27 til týskarar, og soleiðis taptu Føroyar tilsamans báðar dystirnar við 14 málum.

 

Tað var týðuligt, at føroysku leikararnir ikki megnaðu at fylgja við týskarunum í seinna halvleiki, tá var eyðsæð, at týskarar orkaðu betur.

Men tað var ein framúrskarandi fyrri hálvleikur, tá Føroyar vóru á odda við einum máli.

Føroyingar megnaðu at halda støðuna fyrstu fáu minuttirnar í seinna hálvleiki, men helst hava teir ovtikið ov nógv í fyrra hálvleiki.

At týskarar vunnu dystirnar merkir, at tað verður Týskland, sum fer víðari í endaspælið til heimsmeistaraskapið í hondbólti.

 

Føroyar-Týskland 27-33 (16-15) - Týskland vinnur samanlagt 67-53. 

 

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Pætur Mikkjalsson 5, Hákun West av Teigum 4, Kjartan Johansen 3, Peter Krogh 2, Tróndur Mikkelsen 1, Leivur Mortensen 1, Helgi H. Hoydal 1, Nicklas Selvig 1. 

 

Pauli Jacobsen hevði fimm bjargingar og Nicholas Satchwell hevði tvær bjargingar.