Guernsey: Føroysku tennisleikararnir tóku ketsjararnar fram aftur týsdagin. Tá vóru singlurnar á skránni, og vóru vónirnar frammanundan ikki nakað selriga góðar.
? Kristin vann fyrsta dystin í fyrstu rundu í gjár. Hann vann 2-0. 6-4, 6-4 ímóti einum St. Helena. Jón hevur spælt í dag (týsdag, red.), og hann tapti 2-0, segði venjarin Johan Krog áðrenn ímillum tveir dystir týsdagin.
Skráin fyri tennisleikararnar er eitt sindur seinkað, tí tað regnaði illa mánadagin, og tí vórðu dublurnar, sum skuldu byrja seinnapartin týsdagin útsettar til mikudagin.
Martin best fyri
Johan Krog dylir ikki fyri, at føroysku tennisleikararnir ikki eru serliga væl fyri.
? Vit eru fyri, sum umstøðurnar eru har heima at spæla. Martin er væl fyri, men hann spælir fast niðri, og Teitur er eisini væl fyri, og hann spælir í Aberdeen. Jón og Kristin eru ikki eins væl fyri. Veðrið heima hevur verið keðiligt, og vit hava roynt at venja innandura.
Vónirnar til tennis eru lítlar. Venjarin væntar ikki at síggja nakað heiðursmerki.
? Kanska Martin ger ein vørr. Hann er nógv best fyri. Í dublunum sleppa vit kanska ígjøgnum onkra rundu. Men um vit vinna nakað heiðursmerki, so er tað yvirraskandi.
Føroyski venjarin vísir á, at áhugin fyri tennis hevur verið dalandi í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vóru 100 limir, og fyri stuttari tíð síðani var limatalið á átta. Nú hevur verið arbeitt fyri at fáa tennis upp at koyra aftur í Føroyum, so tað ikki dettur heilt niður fyri, og í dag eru um 30-40 limir í felagnum.
? Men tað er stuttligt at vera við á oyggjaleikunum og spæla undir hesum umstøðunum. Tú kennir eisini fólk aftur, og sleppur at spæla ímóti øðrum enn teimum føroysku spælarunum, sigur føroyski tennisvenjarin, Johan Krog at enda.
Í GRÁAN KASSA:
Úrslit frá singlunum hjá monnum í tennis
Jón Brekku vs. Jakob Widange
0-2
Sett-úrslit: 0-6 og 1-6
Tom Harrison vs. Kristin Jensen
0-2
Sett-úrslit: 6-2 og 6-3
Teitur Poulsen vs. James Taylor
0-2
Sett-úrslit: 1-6 og 1-6
John Pankhurst vs. Martin Simonsen
0-2
Sett-úrslit: 6-0 og 6-0