Taptu aftur við átta málum

Beinleiðis frásøgn: Vit hava fylgt a-landsdystinum móti Rumenia beinleiðis

Føroyska hondbóltslandsliðið er í hesum døgum í Italia til HM-undankapping, har Føroyar spæla landsdystir móti Ukreina, Rumenia og Italia. Í dag spæla Føroyar annan dystin í undankappingini, tá Føroyar møta Rumenia.

 

Í gjár spældu Føroyar móti Ukreina í einum dysti sum Ukreina vann 30-22, eftir hálvleiksstøðuna 17-13.

 

Tróndur Arge er í Italia og sigur frá, og til ber at hoyra hansara frásøgn beinleiðis á www.midlar.fo. Eisini vísir Kringvarpið dystin beinleiðis í sjónvarpinum, og til ber at stroyma harfrá við at trýsta á her.

 

 

Føroyar – Rumenia 20-28 (10-15)

 

Liðugt 60 min: 28-20 til Rumeina – So er annar dysturin liðugur hjá Føroyum til HM-undankappingina í Italia, og júst sum til dystin í gjár,  taptu Føroyar í dag við átta málum. Endaliga úrslitið av dystinum var 28-20 til Rumenia eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Rumenia. Sum heild var innsatsurin á føroyska liðnum góður gjøgnum allan dystin, men ein afturvendandi trupulleiki í dystinum var, at føroysku leikararnir brendu alt ov illa upplagdar málmøguleikar. Í morgin spæla Føroyar seinasta dystin í HM-undankappingina. Tá spæla Føroyar móti vertstjóðini, Italia.

 

50 min: 23-15 til Rumenia – Rumenar fáa sum væntað ein sigur til dystin í kvøld, og spurningurin er bert, hvussu stórur hann verður. Føroysku leikararnir brenna ov illa upplagdar málmøguleikar.

 

40 min: 19-13 til Rumenia – Tað er mestsum sami munurin millum Føroyar og Rumenia sum í áðni, og tað tykist eingin ivi vera um, at favorittarnir úr Rumenia fara at strúka avstað við sigrinum. Føroyska liðið tykist eitt sindur fjálturstungið í álopsstøðu, har álopini ofta verða skundað ígjøgnum.

 

Hálvleikur 30 min: 15-10 til Rumenia – Seinastu tíggju minuttirnar hevur gingið verri hjá føroyska liðnum. Føroyar náddi í áðni at koma uppa 10-9, áðrenn stígur kom í føroyska liðið. Rumenia hevur drigið frá, og er nú á odda við fimm málum, har okkara menn hava misnýtt nógvar stórar møguleikar.

 

20 min: 10-8 til Rumenia – Hóast Rumenia verður mettur sum stórfavorittur undan dystinum, hevur tað gingið rímiliga væl hjá føroyska liðnum fyrstu 20 minuttirnar. Enn er munurin bara tvey mál.