Taptu aftur ? men við máta

Føroyska liðið rendi seg í eina málmaskinu í gjár, tá Sveis vann við ikki færri enn 27 málum, men tá Hvítarussland stóð á skránni í dag, eydnaðist at halda tapinum niðri á einum rímiligum stigi.

 

Endaliga úrslitið gjørdist 39-32 til Hvítarussland, sum var á odda 22-15 í hálvleikinum. Hesi sjey málini vóru eisini munurin mestsum allan seinna hálvleik, so síðstu 30 minuttirnar megnaðu føroyingarnir at halda fast.

 

Føroyar fingu annars eina stak góða byrjan í dystinum og vóru á odda bæði 4-2 og 6-5. Tá eitt korter var farið, stóð á jøvnum 9-9, men so fór Hvítarussland avstað, samstundis sum stígur kom í føroysku málskjótingina.

 

Í morgin á miðdegi spælir føroyska manslandsliðið seinasta dystin í hesi HM-undankappingini, og hann verður ímóti vertunum av Kypros. Tá ber til at fylgja við dystinum á slóðini: www.hondboltur.info.

 

Føroysku málskjúttarnir: Heini Joensen 10, Finnur Hansson 7, Tróndur Kragesteen 6, Sámal Joensen 4, Poul Kjartan Dam 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Bárður Johannesen 1, Esbern Patursson 1