EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Tað er púra nýggj støða fyri EB/Streym, at samansetta liðið skal vera annar parturin av finaluni um Løgmanssteypið. Tí er finalan søgulig fyri tey í Sundalagnum, og tað er so sjálvsagt, at tað seint seinnapartin í morgin fer at verða tøtt ferðsla frá Tjørnuvík, Eiði, Gjógv og kanska Funningi og úr øllum bygdunum báðum megin Sundalagið og suður í Gundadal.
EB/Streyma liðið er stevnt saman í høvuðsstaðnum longu á middegi. Tá fara teir at eta saman, og so verður hvíld, taktikkfundur og sinnilig fyrireiking á skránni.
Í HB hava nógvir fleiri ferðir luttikið í steypafinalum. Soleiðis er tað ikki í EB/Streymi, men teir eru ikki heilt óroyndir í finaluhøpi. Símun Eliasen hevur spælt finalu fyri HB og ÍF, Hanus Eliasen var við ÍF móti GÍ í fyrraárið, Ronnie Samuelsen hevur umboðað B36, John Heri Dam hevur umboðað havnarfeløgini, og liðformaðurin, Egil á Bø, hevur tvær ferðir spælt finalu við B36. Í 1999 taptu teir móti KÍ, og í 2001 vunnu teir eftir illveðursuppgerð á KÍ.
Verður tað tú ella HB liðformaðurin, sum fer at taka ímóti Løgmanssteypinum?
- HB er favorittur, men eg haldi avgjørt, at vit hava góðan møguleika, hóast vit taptu ímóti teimum sunnudagin, sigur Egil á Bø.
Hví skal tað ganga betri hjá tykkum mikukvøldið, enn tað gjørdi sunnudagin?
- Vit spældu væl, og vit kunnu spæla eitt sindur betri. Eg rokni tó við, at HB fer at spæla betri í morgin, enn teir gjørdu sunnudagin, so tað verður torført, men vit hava avgjørt góðan møguleika. Tað valdast eisini, hvussu dystaragongdin verður. Tað liðið, sum fær mál fyrst, ger av, hvørjum treytum spælt verður eftir restin av tíðini, og tí hevur tað stóran týdning at skora fyrst.
Tit taptu sunnudagin á heimavølli, hóast tú heldur, at tit spældu væl, men kortini sigur tú teg hava heilt gott mót?
- Moralurin vísti seg at vera ógvuliga góður. Í 2. hálvleiki høvdu vit væl betri tak á spælinum, enn teir høvdu. Vit høvdu nógvar málmøguleikar, og eg rokni ikki við, at marginalirnir hesa ferð fara at vera eins nógv ímóti okkum, sum teir vóru tað sunnudagin, ljóðar tað frá bjartskygda EB/Streyma liðformanninum.