Taparin vinnur

Hevur tú etið ov nógv á jólum, og kiloini eru komin uppá, so er møguleiki at sleppa av við tey aftur á Strondum.

Til ber nevniliga at melda seg til eitt skeið, ið byrjar hósdagin 12. januar í Stranda skúla.

Á skeiðnum verður tann einstaki vigað/ur, BMI, blóðtrýst og pulsur verða máld, og ein fær eina kostætlan

og eina ætlan um, hvussu ein eigur at røra teg.

- Í hvørjum einstøkum føri er tað tín ætlan, ið verður viðgjørd hvønn hósdag, verður sagt.

Tilmeldingargjaldið er 500 krónur og 20 krónur fyri hvørja viging.