Í morgin er ein vika síðani verkbannið hjá pedagogunum bleiv sett í verk av arbeiðsgevaranum, men framvegis tykist støðan vera fastlæst og partarnir langt frá hvørjum øðrum.
Seinastu dagarnar hava alsamt fleiri uttanfyristandandi partar heitt á partarnar um at sessast aftur við samráðingarborðið, men enn er glið ikki komið á.
Dagstovnaráðið hjá Pedagogfelagnum roynir nú at lýsa, hví tey meta hesar lønarsamráðingarnar vera so týdningarmiklar. Tey vilja vera við, at námsfrøðiliga yrkið stendur á einum vegamóti.
- Framtíð fyri námsfrøðiliga yrkið verður helst avgjørd út frá úrslitinum av hesum samráðingum, skrivar Dagstovnaráðið.
Dagstovnaráðið sigur, at tørvurin á námsfrøðingum er risastórur.
- Bara á dagstovnaøkinum mangla uml. 500 námsfrøðingar, bara fyri at uppfylla minstakravið í Dagstovnalógini, sigur Dagstovnaráðið. Umframt hetta eru tað færri og færri, sum søkja inn á námsfrøðiligan lestur á Setrinum.
Dagstovnaráðið heldur, at ein av orsøkunum til, at fólk tykjast heldur velja líknandi útbúgvingar, so sum læraraútbúgvingina, eru lønarviðurskiftini.
- Endin verður, at vit standa eftir við innihaldstómum dagstovnum, sigur ráðið.
- Tey, sum veruliga eru fyri missi í hesum, eru børnini. Tey koma ikki at fáa tað tilboð, teimum tørvar, og møguleikan fyri avbjóðingum, sum ger, at tey í síðsta enda verða stimbrað og ment, sum tey skulu. Men størsti taparin í hesum stríðnum verður tað føroyska samfelagið. Tað skal tí vera okkara vón, at bæði lands- og kommunalpolitikar síggja álvaran í hesum, og VELJA at raðfesta námsfrøðiliga yrkið, sigur Dagstovnaráðið hjá Føroya Pedagogfelag.










