Fyrrverandi franski forsætisráðharrin François Fillon hevur so ilt við at góðtaka, at hann tapti formansvalið í tí borgarliga UMP-flokkinum, at hann hevur kravt, at takvøðurnar skulu teljast umaftur.
Sambært teimum, sum taldu atkvøðurnar, fekk hitt valevnið, Jean-Francois Cope, 98 atkvøður fleiri enn Fillon, og tí er tað hann, sum skal taka við formansstarvinum eftir Nicolas Sarkozy.
Men Fillon (myndin) og hansara stuðlar halda uppá, at uppteljingin var ikki bein. Teir siga, at atkvøðurnar frá trimum fronskum økjum handan hav vóru ikki við, og at verða tær taldar uppí, hevði Fillon vunnið við 88.004 atkvøðum ímóti 87.978 til Cope.
Jean-Francois Cope er ímóti, at atkvøðurnar verða taldar umaftur.
-Úrslitið er greitt, og nú ræður um at standa saman, sigur hann.










