Marjun Dalsgaard
?????
Mogens Lykketoft er ikki nakar landsfaðir, og tað er møguliga tí, at Fogh hevur staðið seg so væl inntil víðari. Summi vilja vera við, at tað ikki er av tí, at veljarin vil hava Fogh, men tí at hann ikki vil hava Lykketoft, at veljarakanningarnar síggja út sum tær gera.
Men formaðurin hjá Javnaðarflokkinum gevst ikki so. Hóast eitt nærum ómenniskjasligt trýst hevur verið á honum, síðan fólkatingsvalið varð útskrivað 18 januar er hann farin í holt við dagsins stríð hvønn dag, sum var tað tann fyrsti dagurin eftir, at valið var skrivað út. Seinastu dagarnar er hetta eisini byrjað at løna seg, og tað gongur fyri fyrstu ferð framá fyri flokkin hjá honum.
Donsku fjølmiðlarnir hava havt stóran áhuga í at skriva ? hvønn dag, hvussu illa tað gongur hjá nýggja formanninum hjá Javnaðarflokkinum. Ikki tí at fólk ikki dáma hansara politikk, men tí tey ikki dáma Lykketoft. Tað er ilt at koma til nakra aðra niðurstøðu, nú munurin á politikkinum hjá Fogh og Lykketoft er so lítil, at Lykketoft ikki megnar at vísa á hann ? og veljarin vil eftir øllum at døma heldur hava eftirlíkningina ? ella vil hann bara heldur hava Fogh.
Fólkatingsvalið er eitt forsetaval, og tað snýr seg um álit. Danir hava ikki álit á Lykketoft. Ein øðrvísi veljarakanning í BT vísti, at danir ikki høvdu viljað keypt ein brúktan bil frá Lykketoft, og enn minni lati hann ansað teirra børnum. Fyri nógvar danir er Lykketoft synonymur við skattapakkar, sum koma úr tí bláu luft og raka hart, og Fogh hevur brúkt hetta heilt nógv í valstríðnum. Lykketoft er eitt flogvit, tá tað snýr seg um politikk, men hann hevur eisini altíð verið "den onde håndlanger" sum stóð fyri teimum tiltøkum, sum skuldu gerast, men ikki vóru serliga vælumtókt.
Ein skal bara fara nøkur ár aftur í føroysku avísur-nar, so eita yvirskiftirnar: "Lykketoft legði press á Maritu Petersen" og "Lykketoft er tann stóri syndarin". Jú tað var Lykketoft, sum bað fíggjareftirlitið skunda sær spakuliga, og so framvegis ? eitt mál, sum Nyrup ikki vildi nerta við.
Trotskij út
Til hendan leiklut hevur "Trotskijskeggið" hóskað væl ? men møguliga tað ikki hóskar so væl til ein statsleiðara ? ein landsfaðir ? í øllum førum er tað vekk nú, og tað hava fjølmiðlarnir eisini verið sera áhugaðir í. Hví hevur hann klipt sær? Hví hevur hann rakað sær? Hví hevur hann ikki brillur longur? Nú er Lykketoft farin í aftur brillurnar ? bara fyri at fáa frið, og tað er líka gott, tí hann sleppur ikki av við sín leiklut sum tann óálítandi fyri tað, um hann rakar skeggið av og fær sær kontaktlinsur.
Lykketoft dugir ikki væl at samskifta og at fáa sín boðskap út. Vit vita øll, at hann var heilin aftanfyri loysnirnar í 90?unum og fekk tamarhald á búskapin-um og arbeiðsloysinum í Danmark undir sosialdemokratisku stjórnini. Undir valstríðnum minnir hann veljaran á hetta við jøvnum millumbilum. Hann er sjálvsagt eisini komin við einari nýggjari minst líka góðari ætlan: Made in Denmark, sum hann eisini tekur fram, hvørja ferð hann hevur møguleikan. Men danir tíma ikki at hoyra um roknistykkir og skipanir ? teir vilja hoyra um visiónir ? tað fáa teir frá Fogh, meðan Lykketoft tosar um tøl og prosentir. Hann minnir um eina farna tíð, eina stíva samfelagsskipan, og hann minnir um Ritt, Auken og Poul Nyrup ? eldra ættarliði.
Myndin av Lykketoft, sum ein, tú ikki kanst líta á, hongur eisini saman við fleiri øðrum viðurskiftum. Ofta verður hann tikin fram sum ein av høvuðsmonnun-um aftanfyri kvettið móti Svend Auken fyrst í 90?unum, sum førdi til, at Poul Nyrup Rasmussen gjørdist formaður í Javnaðarflokkinum. Haraftrat eru tað fleiri av hansara mótstøðumonnum, ið vilja vera við, at Lykketoft eisini hevði ein týðandi leiklut tá Nyrup fór frá í 2002 - Lykketoft endaði sostatt við at seta seg sjálvan á trúnuna.
Serliga hansara politisku mótstøðumenn kjósa hann at vera ein útspekuleraðan taktikara, meðan onnur síggja hann sum mannin, ið stríðist fyri tí, sum hann heldur er rætt. At Lykketoft hevur átikið sær at vera formaður hetta ringa tíðarskeiði, tí at hann var tann einasti, ið kundi savna flokkin eftir at Nyrup fór. Haraftrat kann tað gerast ein dyggur smeitur fyri eftirmælið hjá Lykketoft, at hann stóð á odda fyri hesum valstríði, um javnaðarflokkurin tapur so stórt, sum spátt er um ? so skal Javnaðarflokkurin møguliga finna ein nýggjan formann.
Royndur politikari
Fogh og Lykketoft eru báðir royndir menn innan politikk. Teir hava sitið saman á tingi í 26 ár og kenna hvønn annan út og inn. Spyr tú teir royndastu journalistarnar á Christiansborg, hava Fogh og Lykketoft seinastu árini verið heilarnir aftanfyri allar stórar ætlanir ? aloftast í tøttum samstarvi við hvønn annan.
Eingin er í iva um, at teir báðir eru dugnaligastu politikarirnir Danmark eigur í dag. Munurin er, at hetta hevur givið eina mynd av Lykketoft, sum leiðaran av einum dukkuleiki, har hann stýrdi fyrst Auken og síðan Nyrup fyri síðan at koppa teir ? ein fyri ein og seta seg sjálvan á trúnuna.
Fogh hevur hinvegin altíð hildi seg skikkiliga í bakgrundini, tá hann fyrst hevði skumpað Brixtofte til viks og var vorðin nummar tvey. Hann fekk valdið latið frá Uffe Elleman Jensen á ein meira reiðiligan og sømuligan hátt, tá hansara tíð var komin.
Mogens Lykketoft hevur verið í poltiskum starvið síðan 1968, har hann av fyrsta sinni byrjaði í "Arbejderbevægelsens Erhvervsråd". Hann er ættleiddur, men pápin doyði, tá hann var 13 ár, og hann fekk tíðliga ábyrgd. Í 1979 doyði kona hansara Aase Toft, og hann stóð eftir við tveimum døtrum. Síðani hevur hann verið giftur við Helle Mollerup og Jytte Hilden, og er nú saman við journalistinum Mette Holm.