Tap til Meinhard og eingin spælitíð til Gullbrand og Noah

Tað gjørdist eitt keðiligt kvøld fyri føroyingarnar í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Trý lið sum hava føroyingar í hópinum spældu í kvøld dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, men tað bleiv tíverri bara ein føroyingur, ið slapp á vøllin í kvøld.

 

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen á heimavølli taptu 1-2 fyri Moss.

 

Moss legði seg á odda í 26. minutti. Seinni hálvleikur var bert tríggjar minuttir gamal, tá Mats Pedersen javnaði fyri Mjøndalen. Men bert seks minuttir seinni skoraði Moss sigursmálið til 2-1.

 

Hetta gjørdist ein løgin dagur hjá Gullbrandi í Horni Øregaard. Undan dystinum hjá liði hansara, Sandnes ULF móti Kongsvinger á heimavølli hevði Gullbrandur byrjað inni í níggju dystum á rað.

 

Men í kvøld fekk Gullbrandur onga spælitíð. Synd at siga, at tað loysti seg, tí Sandnes ULF tapti 0-2 fyri Kongsvinger, ið skoraði bæði málini undan steðginum. 

 

Samstundis var hetta dagurin, tá Gullbrandur var tikin út til føroyska A-landsliðshópin, og Sandnes hevur okkum vitandi ikki nakran annan landsliðsleikara.

 

Noah Mneney fekk heldur ikki nakra spælitíð í kvøld, tá lið hansara Bryne vann 3-2 (1-1) á Ranheim á heimavølli.

 

Bryne er triðfremst í deildini við 18 stigum. Mjøndalen er nummar 12 við níggju stigum, og Sandnes er nummar 13, somuleiðis við níggju stigum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Mjøndalen móti Lyn Oslo á útivølli. Dagen eftir spælir Bryne á útivølli móti Kongsvinger, og Sandnes spælir á útivølli móti Åsane.