Til komandi EM-endaspælið í Oslo í Noregi eru Føroyar í innleiðandi bólki D, har mótstøðuliðini eru Slovenia, Montenegro og Sveis.
Montenegro og Sveis hava farnu dagarnar spælt venjingardystir, ið eru liðir í fyrireikingunum til EM-endaspælið.
Leygardagin leikti Montenegro javnleik 27-27 móti Belgia. Fyrradagin vann Montenegro 34-30 á Belgia.
Leygardagin vann Sveis ein sera flottan 30-28 (15-16) sigur á Kroatia.
Sveis spældi eisini fríggjadagin venjingardyst móti Kroatia. Kroatia vann dystin 29-26.











