14. september 2007 var felag stovnað fyri tannrøktarar. Felagið fekk heitið Tannrøktarafelagið Felagið skal virka fyri fakligari førleikamenning og lønarligu áhugamálunum hjá limunum. Í felagnum eru 25 limir, sum starvast bæði í privatari og kommunalari tannrøkt. Í nevndini sita: Herborg Foldbo, Berghild Gullaksen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Laila Nielsen og Ada Kristina Petersen.