Á Argjum royna tey at brúka tølini til sín fyrimun. AB hevur á fyrsta sinni í bestu deildini ikki tapt í fýra teimum fyrstu dystunum. Hinvegin, so hevur liðið fyrr fingið bæði fýra og seks stig í fýra teimum fyrstu dystunum.
Til ber at royna samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini (Riggar ikki á app'ini)
Í gjár spældi AB javnleik 0-0 við Margáir móti EB/Streymi, sum var nærmst at vinna dystin, tá Leif Niclasen rakti tvørstongina. AB hevur í hinum endanum ringt við at skapa møguleikar.
Oddbjørn Joensen, venajri hjá AB, fegnast um, at liðið ikki hevur tapti í ár og hildið málið reint í tveimum av fýra dystum. Hinvegin, so er hann minni fegin um álopið hjá AB, sum hevði óalmindiliga torført við at koma til nakran málmøguleika.
AB hevur í ár spælt javnt móti HB(ú), TB(h), Víkingur(h) og EB/Streymi(ú).










