Tannlækni í 40 ár gevst vegna aldur

- Við Magna Eidesgaard hava vit havt ein góðan og trúfastan tannlækna, sigur Vágs kommuna.

Skúlatannlæknin í syðru helvt í Suðuroy seinastu 40 árini, Magni Eidesgaard, fer nú frá vegna aldur. Magni byrjaði sum tannlækni í Vági í 1975.

 

Tey fyrstu árini virkaði tannlæknastovan í Gamla skúla. Men, tá nýggj Heilsumiðstøð varð bygd á Løðhamri í Vági fyrst í 1980-unum, varð tannlæknastovan eisini flutt undir somu lon, sum læknar, sjúkrasystur, laborantar, kostráðgevi og onnur húsast.

 

- Við Magna hava vit havt ein góðan og trúfastan tannlækna í samfull 40 ár. Hann hevur verið við til at byggja upp tannrøktina í kommununum í syðru helvt av Suðuroynni frá grundini og hevur eisini staðið fyri at skipa tannrøktina so hvørt, sum broyting og menining hevur verið innan økið.

 

Tað veit Vágs kommuna at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at hesi 40 árini hevur Magni “på godt og ondt” havt samband við heilt stóran part av fólkinum í økinum.

 

- Eingin ivi er um, at tænastan hjá skúlatannlæknastovuni hevur verið við til at bøtt um lívskvalitetin og trivnaðin her á staðnum, sigur kommunan.

 

Nú Magni Eidesgaard fer frá vegna aldur endar eisini eitt tíðarskeið við kommunalum skúlatannlækna í syðru helvt í Suðuroy, tí avtala er gjørd við tannlæknastovuna hjá Rudie Thomsen í Vági um at røkja skúlatannlæknatænastuna í økjunum.