Tannlæknastovan í Hvalvík seld

Eiðis kommuna hevur selt Tannlæknastovuna í Hvalvík Fyri fimm mánaðum síðani keypti Eiðis kommuna Tannlæknastovuna í Hvalvík, men nú hevur bygdaráðið samtykt at selja hana aftur.

Tað er Oddmar Færø, sum hevur keypt Tannlæknastovuna, og Eiðis kommuna hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við hann um tannrøkt til skúlabørn í kommununi. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Eiðis kommuna keypti Tannlæknastovuna í Hvalvík fyri smáar tvær mió. krónur. Sunda kommuna bjóðaði eisini.