Tannáringur handtikin fyri at skjóta í handilsmiðstøð í Malmø

Ein maður doyði og ein kvinna varð særd eftir ein skottilburð í eini handilsmiðstøð í Malmø í Svøríki. Ein tannáringur er handtikin.

 

Fólk síggjast savnað framman fyri Emporia beint eftir skottilburðin í gjár. - Foto: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix

Svenska løgreglan sendi seinnapartin í gjár vælmannað løgreglulið til handilsmiðstøðina Emporia í Malmø. Tað var eftir fráboðan um, at skot vórðu latin av.

Seinni í gjár upplýsti løgreglan, at tey hava handtikið ein persón sum er mistonktur fyri at hava latið skotini av. Nú eru boðini, at tað er ein tannáringur, sum er mistonktur fyri illgerðina.

Ein maður er deyður av skotunum, og ein kvinna er innløgd á sjúkrahúsi.

Tað upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.

– Tann handtikni er ein drongur í tannárunum. Ein maður og ein kvinna fingu skaða at skotunum. Maðurin er deyður av skaðunum, og tey avvarðandi eru kunnað. Kvinnan verður viðgjørd á sjúkrahúsi, skrivar løgreglan, sum harumframt upplýsir, at málið verður kannað sum dráp.

Sambært fleiri svenskum miðlum var maðurin, sum er deyður, 31 á og hevði samband við kriminella økið. Helsingfors Dagblad (HD), Expressen og Sydsvenskan endurgeva ónavngivnar keldur fyri upplýsingina, sum enn ikki er váttað av svensku løgregluni.

– Tann skotni er ein 31 ára gamal maður við tilknýti til ein kriminellan motorsúkklubanda, har hann sambært upplýsingum frá Expressen hevur eina leiðandi støðu, skrivar Expressen.

– Hann er fleiri ferðir dømdur fyri brotsgerðir. Tær snúgva seg millum annað um nakrobrotsgerðir og álop.

Sambært svensku sjónvarpsstøðini TV4 Nyheterna søgdu fólk í handilshúsinum, at tey høvdu hoyrt eini 20 skot, og at fólk fóru í panikk.

Løgreglan fekk boðini um skottilburðin klokkan 17.07 svenska tíð. Ein tíma seinni varð tokferðslan í økinum steðgað.

Løgreglan heitti á fólk, sum høvdu verið í økinum og kanska høvdu sæð eitthvørt, um at venda sær til løgregluna.

Harumframt kundu tey fáa kreppuhjálp við Hyllie station, sum er við handilsmiðstøðina, upplýsir løgreglan

Løgreglan í Malmø upplýsir á heimasíðuni, at tíðindafundur verður um hendingina í dag klokkan 10:15.

Tíðindafudurin verður í miðbýnum í Malmø, og umboð frá løgregluni og Malmø Kommunu, vera til staðar.

Emporia er ein av størstu handilsmiðstøðum í Skandinavia. Sambært heimasíðni hjá miðstøðini eru 168 handlar og matstovur í miðstøðini.

Í donsku handilsmiðstøðini Field's í Keypmannahavn drap ein maður 3. juli trý fólk við skotum. Sjey onnur vóru særd.

Eftir skottilburðin í gjár er Københavns Politi til staðar fleiri staðir í danska høvuðsstaðnum. Tað verður gjørt fyri at skapa trygd, sigur ein vakthavandi við Ekstra Bladet.

– Vit eru til staðar á viðkomandi støðum í Keypmannahavn og hava serligt fokus eftir skottilburðin í Malmø, sigur vakthavandi hjá Københavns Politi, Espen Godiksen, við blaðið.

Løgreglan hevur ikki nakað ítøkiligt í væntu um, at nakað líknandi skuldi hent í Keypmannahavn, sigur hann.

/ritzau/

 

Fólk síggjast savnað framman fyri Emporia beint eftir skottilburðin í gjár. - Foto: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix