Flestu okkara eru paff av støðuni. Gjørdist ikki minni paff av svarinum frá heilsumálaráðharranum tá eg setti honum skrivligan fyrispurning um málið. Hann sigur: “Roynt hevur verið at leitað eftir yngri tannlæknum....higartil hevur ikki eydnast at fáa nakran at vísa starvinum nóg stóran áhuga”
Størv SKULU lýsast
Almenni setanarpolitikkurin sigur púra greitt, at øll almenn størv skulu lýsast leys. Skilagóðar mannagongdir eru enntá festar á blað, sí lsh.fo
Tískil undrar tað stórliga, at tannlæknastarvið á landssjúkrahúsinum ongantíð er lýst leyst. Svarið hjá heilsumálaráðharranum vísir greitt, at almenni setanarpolitikkurin ikki verður fylgdur í hesum førinum. Við tað at fyrrverandi tannlæknin fór frá vegna aldur, skuldi verið lagamanni og ríkur møguleiki at orða eina starvslýsing saman við tannlæknanum, meðan hann enn var á landssjúkrahúsinum.
Løgi svar
Skilji ikki, tann partin av svarinum sum snýr seg um, at ‘roynt hevur verið at leitað eftir yngri tannlæknum’ Hvat merkir tað? Hava hesir verið til samrøðu? Eru teir uppringdir? Fingið starvslýsing sendandi? Hvør hoyrir til bólkin yngri tannlæknar? Hvussu hevur leiðslan roynt at skapt áhugan?
Eingin áhugi?
Heilsumálaráðharrin sigur í svarinum, at tað ikki er eydnast, at fáa nakran at vísa starvinum nóg stóran áhuga. Hvussu kann hetta staðfestast uttan at starvið er lýst leyst? Og um so er, at leiðslan hevur verið í samband við so nógvar yngri tannlæknar, sum ikki eru áhugaðir, er áhugavert at vita, hvør orsøkin er til at tannlæknarnir takka nei. Ov møtimikið? Lønin? Einsligt? Væntandi starvslýsing?
Hesir spurningar verða settir heilsumálaráðharranum, tá munnligu fyrispurningarnir aftur eru á skrá. Skilji snøgt sagt ikki framferðina í hesum málið – og hvussu er støðan júst nú, hjá teimum sum hava brúk fyri tannlæknanum á landssjúrahúsinum?