? Eg tosaði við Pætur, og hann segði, at føroysku bløðini og Sjónvarpið vóru komin til Danmarkar at fylgja honum. Eg bleiv eitt sindur yvirraskaður av, at tey hava sjónvarp í Føroyum.
Tey tosa um Føroyar og føroyska luttakaran í Grand Prixnum. Tey sita við eitt av rundu borðunum í tí snøgga og væl innrættaða trailaranvogninum, sum stendur uttanfyri Cirkusbygningin í Keypmannahavn.
Her heldur danska og føroyska pressan til, nú danska Grand Prixið skal haldast. Plásstrot er í Cirkusbygninginum, sum fyrst og fremst verður brúkt til Grand Prixið, tí tað er gott til at senda sjónvarp úr, og tí má pressan halda til í einum serliga innrættaðum trailaravogni í túninum.
Umstøðurnar eru góðar, sum ein hugnalig stova, men bara við nógv meira tøkni. Fototólini hópa seg upp á borðunum, teldurnar eru tiknar fram, okkurt upptøkutól og mikrofonir liggja eisini og sløðast.
Umboð fyri skrivandi pressuna og útvarpsstøðir hava funnið sær sess í vogninum. Tvey SONY-sjónvarp skulu bera fjølmiðlafólkunum Grand Prixið, og tí er upplivilsið hjá teimum einki øðrvísi, enn tað er hjá øllum øðrum, sum sita við skíggjan hetta kvøldið.
Aftaná Grand Prixið sleppa pressufólkini tó at hitta luttakararnar í Grand Prixnum, og tað er har, at vinklarnir skulu finnast, blýantarnir spískast og søgurnar fáast heim.
Øl og reyp
Umboð fyri fyrrapartsbløðini eru sjálvandi til staðar hetta kvøldið. Ekstrablaðið hevur sent fleiri fólk, og miðskeiðis í vogninum situr ein av teimum royndu journalistunum á blaðnum og brúkar seg. Hann er farin í holt við ølirnar, sum eru settar fram, og hann hevur meininginar um tað heila.
? Tit eru vælkomnir á Ekstrablaðið í morgin, um tit hava brúk fyri hjálp. Vinnarin er har, so tit kunnu altíð hitta hann. Men um Pætur nú vinnur, so mugu tit hjálpa okkum, sigur blaðmaðurin við tykkara útsendu, meðan annar av fotografunum hjá honum situr stillisliga og sutlar eina appilsin sodavatn undir liðini á honum.
Umboðini fyri litaðu vikubløðini gera ikki nógv um seg. Her eru tað fyrrapartsbløðini, sum ráða og hava meiningarnar.
Nú fara tey at tippa um, hvør fer at vinna Grand Prixið. Onkur vil seta gongd á hesa tippingina, áðrenn sangirnir eru spældir, men tey semjast um, at tað skal tippast, tá allir sangirnar hava verið framførdir einaferð.
Stórur áhugi fyri kappingini
Grand Prixið fyllir nógv í fjølmiðlunum, og danir eru sera áhugaðir í kappingini. Hóast vinstramaðurin Peter Brixtofte í vikuni hevur verið nógv frammi, tí BT hevur avdúkað, at ikki alt er farið rætt í hansara tíð sum borgarstjóri í Farum, so yvirskuggar tað ongantíð veruliga Grand Prixið.
Síðani Brøðurnir Olsen vunnu europeiska Grand Prixið í 2000, hevur áhugin fyri kappingini, sum Danmark mundi avlívað fyri nøkrum árum síðani, verið ovurhondsstór, og hesaferð seta hyggjaratølini met. Í fjør hugdi næstan tvær milliónir eftir Grand Prixnum, men hesaferð sníkir talið seg upp um tvær milliónir, og tað er meira, enn nógv umrødda sendirøðin, Ferðaliðið, hevur savnað sunnukvøld.
Grand Prixið er bæði kul og kitsch. Summi fólk taka tað í størsta álvara, meðan onnur siga seg fylgja við til stuttleika ?bara fyri at hava okkurt at verða saman um. Umberingarnar eru nógvar, men tað er einki at taka seg aftur í, at danir veruliga eru áhugaðir í kappingini, og teir eru spentir um, hvør fer at vinna.
Fólk hava eisini eina hugsan um, hvør hevur besta møguleikan at vinna, men hesar meiningarnar eru ivaleyst nógv ávirkaðar av skrivingini hjá bløðunum, sum sama dag, sum Grand Prixið skal haldast, kjósa Malenu Winther Mortensen til stórfavoritt.
Favorittarnir greiðir
Grand Prixið er farið í gongd, og hóast nógvir tekniskir trupulleikir órógvaðu aðalroyndina, so gongur alt sum smurt, nú tað er álvari. Luna Park leggur væl fyri, Poul Krebs merkti sangurin ljóðar væl, men tað er ikki fyrr enn fimti sangurin í røðini verður spældur, at fjølmiðlafólkini halda seg hoyra ein vinnandi sang.
Neighbours syngja um Alt millum himmal og jørð, og fangandi lagið ger, at fólk trúgva uppá, at sangurin kann vinna kappingina. Tá grannarnir Helge og Tommy fara av pallinum, klappar onkur í pressuhølunum, og onkur hevur hug at tippa beinanvegin.
Stórar litmyndir av øllum luttakarunum í Grand Prixnum hanga á vegginum, men tað er ikki føroyski luttakarin, sum fólk rokna mest við. Favorittarnir eru nakrir aðrir, og eingin roknar heldur við, at Pætur skal vinna sær pláss í finaluni.
Ikki fyrr enn navnið á Pæturi alt í einum verður nevnt sum ein av finalistunum, fata donsku blaðmenninir, at her er talan um ein frálíka góðan sang. Lívligi journalisturin á Ekstrablaðnum gratulerar føroysku pressuumboðini í vogninum. Væl friseraði maðurin av Politiken situr við einum skálkasmíli, hann hevur róst sanginum og framførsluni hjá Pæturi til aðalroyndina.
Tippingin staðfestir, at serliga tveir sangir eru væl dámdir. Tað eru nummar fimm og nummar 10, og tað verður eisini annar av hesum, sum vinnur kappingina.
Vinnur virðing
Framførslurnar hjá Pæturi rigga serstakliga væl, og hann vinnur virðing millum fjølmiðlafólkini. Pætur tykist vera púra tryggur, hóast nógv trýst liggur á honum, og hann dugir eisini væl at fara við upptøkutólunum, hóast hann ikki hevur royndir á hesum øki.
Tá avtornar fær Pætur ikki so nógv stig, men hann endar sum nummar fimm. Og tá hugsað verður um, at fleiri enn 660 sangir upprunaliga vóru við í kappingin, so er úrslitið framúr gott.
Seriøsi og stílfulli tónleikurin er eisini av slíkum slagi, at Pætur ikki dettur í Grand Prix felluna. Hann ger heldur vart við seg við einum øðrvísi sangi, sum ikki rættiliga hóskar til Grand Prixið, og tá hann hóast tað fær eitt gott úrslit, er tað næstan betri enn at vinna við einum typiskum Grand Prix sangi.
Tað tømist í trailaravogninum, har tey eru farin at rudda. Fjølmiðlafólkini hava leitað sær innar í Cirkusbygningin, har tey sleppa at hitta vinnaran og onkran av hinum luttakarunum, og tað er meira áhugavert enn kaffi og karamellur frá Danmarks Radio.
Nógv vilja hitta Pætur
Pætur er ein umsvermaður maður, tá sonevnt Afterparty er í Parkini. Danir elska at brúka ensk orð um hugtøk, sum teir saktans kundu funnið síni egnu orð til, men so ljóðar tað ikki so kul, sum tá ensku orðini verða drigin í málið ? halda teir.
Nógv fólk vilja heilsa upp á Pætur, og meðan aðrir luttakarar fáa góðan frið at hanga í stólum og sofum, so eru fólk allatíðina um Pætur. Og hann dugir væl at fara við teimum. Hann gevur sær góðar stundir at práta við fólk, og blíða smílið ger ikki popularitetin verri.
Uppgávan hjá Pæturi verður nú at fáa okkurt burturúr Grand Prix luttøkuni. Áhugi hevur verið fyri Pæturi í Danmark, og hesin áhugin eigur at verða vaksin eftir Grand Prixið. Men vegurin er langur fyri tað, og Pætur skal eisini veruliga hava hug at koma fram, skal tað eydnast honum.
Heimsins vánaligasta yrking
Vinnandi sangurin fekk ikki mjúka viðferð í døgunum eftir Grand Prixið. Dómarapanelið við tónleikarum og øðrum, sum hava innlit í tónleik, góvu Vis mig hvem du er fýra stig, sum var tað vánaligasta skoðsmálið. Fólk kring alt landið góvu sama sangi toppkarakter, og tað fekk fólk at hugsa um, hví so stórur munur var millum teir sokallaðu serfrøðingarnar og fólkið.
Keld Heick, sum var ein av teimum, sum var dómari, helt, at yrkingin til vinnandi sangin var vánalig, og tveir aðrir av dómarunum fóru so langt sum at kalla yrkingina heimsins vánaligastu!
Hvussu nakar í ár 2002 skal klára at skriva eina verri yrking enn nógvar av teimum, sum finnast í poppheiminum, er ein gáta, og um Michael Ronson veruliga hevur klárað tað, so átti hann at fingið eitt premiu afturat umframt heiðursbrævið fyri Grand Prix sigurin.
Keld Heick segði í veitsluni eftir Grand Prixið, at dómararnir løgdu stóran dent á yrkingina, og tað var tí, at vinnandi sangurin fekk so vánaligt skoðsmál. Pætur fekk triðbesta skoðsmálið frá dómarunum, og tað var ikki fyrst og fremst orsakað av yrkingini, men meira orsakað av framførsluni og tónleikinum.
Tað er frálíkt ummæli hjá Pæturi at fáa frá fólki, sum dagliga fáast við tónleik.
Og hvør veit, um dreymurin veruliga gerst veruleiki. . .