Tann væntaða móttøkan

Al-Qaeda hevði lovað at beina fyri Benazir Bhutto, tá hon setti fótin aftur á pakistanska jørð. Drápsroyndin miseydnaðist, men 126 onnur lótu lív

Viðhaldsmenn og trygdarmenn kvikaðu sær at hjálpa Benazir Bhutto úr bilinum og burtur frá staðnum, tá tvær sterkar bumbur vóru brostnarminni enn tjígu metrar frá bilinum hjá fyrrverandi forsætisráðharranum.

 

Allastaðni lógu lík og særd fólk, og talið á deyðum vaks skjótt. Ta fyrstu løtuna ljóðaði, at meiri enn 20 høvdu latið lív. Men seinni í gjárkvøldið fór talið upp um 80, og í morgun kunngjørdu pakistonsku myndugleikarnir, at bumbuatsóknin í Karachi hevði kravt 126 mannalív, og at umleið 240 fólk høvdu fingið skaða. Lagt varð afturat, at Benazir Bhutto hevði ikki fingið nakað mein av atsóknini, og at hon var á einum tryggum staði.

 

Eygleiðarar í Pakistan siga, at bumbuatsóknin kom ikki óvart á myndugleikarnar. Herfyri kunngjørdi al-Qaeda, at felagsskapurin fór at beina fyri Benazir Bhutto, so skjótt hon setti fótin aftur á pakistanska jørð. At pakistonsku myndugleikarnir tóku ávaringina í álvara sást í gøtunum í Karachi í gjár, har meiri enn 20.000 hermenn og løgreglumenn skuldu forða ófriði.

 

USA stjórnin fordømdi í morgun bumbuatsóknina í Karachi. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Gordon Johndroe, segði atsóknina vera eina staðfesting av, at víðgongdar kreftir royna at forða fyri, at pakistanar sleppa at velja síni umboð á ein demokratiskan hátt.