Rudolf Joensen verður aftur at síggja í Gekkinum fríggjakvøldið. Maðurin, ið fyri nógv man vera upprunaligi Gekkurin, sigur, at talan bert er um at avloysa í kvøld, vegna summarferiu.
Gekkurin varð fyrstu ferð sendur í februar 1997, og Rudolf Joensen var við frá byrjan.
- At byrja við vóru vit tveir vertir í studio samstundis. Fyrstu tíðina var Anja Skaale vertur saman við mær, síðani Anna Rein. Eftir tað løgdu vit um til einans at hava ein vert. Hesa tíðina var eg vertur 50 fríggjakvøld um árið.
- Frá hesi fyrstu tíðini minnist meg, at suðringar spældu serliga nógv. Tað sást á sølutølunum hjá okkum, umframt, at vit ofta ringdu til vinnarar úr Suðuroy.
Onkur hildu, at talan var um fulltíðarstarv, men so var ikki. Rudolf Joensen gekk á læraraskúla, tá hann varð biðin um at vera vertur í Gekkinum.
Rudolf Joensen sigur, at hann minnist, hvussu nærløgd tey í Sjónvarpinum vóru, eftir at tryggja, at alt fór rætt framm. Ymiskar ákærur vóru settar fram móti sjónvarpinum, til dømis føldu onkur øki í landinum seg vera forfordeild. Onkur vildi vera við, at miðøkið hevði lættari við at koma ígjøgnum, tí tey vóru tættari. Rudolf Joensen sigur tó, at alt fór rætt fram.
- Einaferð spurdi ein meg, um eg hevði nakað eftirnavn, ella um eg bara æt Rudolf. Eg bleiv jú bara kallaðu Gekka-Rudolf.
- Meg minnist serliga væl ein vágbing, ið varð í studio. Fyrstu ferð hann snaraði hjólinum endaði pílurin á Krússapottinum. Krússapotturin var tá vanliga fyltur við eini stórari ferð, ella okkurt líknandi. Men vágbingurin var ikki nøgdur. Hann snaraði hjólinum aðru ferð, og var heppin. Pílurin peikaði á lítla Gekk. Hesa tíðina var gekkavinningurin býttur í tveir partar, ein minni, ein størri. Tó so, hesin minni Gekkurin var ikki heilt lítil, og eg var vísur í, at hann fór at steðga har. Í tí eg rætti hondina framm at ynskja honum til lukku, spyr hann meg, um eg ikki kenni orðatakið “Alle gode gange tre.” Hann valdi altso at snara hjólinum triðju ferð. Og trýrt tú ikki, at pílurin endaði á stóra Gekkinum!
- Eftir sendingina segði hann við meg, at hann varð neyvan so heppin, at hann slapp aftur í studio, so nú hann varð her, spældi hann fyri at vinna, fortelur Rudolf Joensen.
Rudolf Joensen takkaði fyri seg sum gekka-vertur summarið 2005. Tá hevði hann verið vertur í 300 gekkasendingum.
- Nógv broyttist hesi árini. Eg minnist serliga væl fyrsta árið. Hetta var fyrsta sjónvarpssendingin, har vertirnir tosaðu við hyggjaran, beinleiðis. Fyrstu tvey árini var tað eisini soleiðis, at vinnarin av 4. spælinum kom í studio vikuna eftir, at snara hjólinum. Tað dámdi hyggjarunum væl, haldi eg, at síggja hvør viðkomandi var og hvussu tey vóru ílatin og alt hetta her.
- Tað verður stuttligt, at standa har aftur í kvøld. Okkurt er broytt, men konseptið er enn hitt sama. Eg hevði satt at siga ikki væntað, at tað fór at vera gjørt nakað serligt burtur úr, men eg hoyri í lýsingunum, at teir reypa við, at eg komi aftur. So má eg bara gera mítt besta.