Tann ultimativa andsøgnin

Stefan í Skorini

Alfred Olsen hevur framt eitt satt bragd, sum eingin undan honum hevur megnað. Teir stóru statsmenninir munnu øvunda Alfredi tað politiska snildnið, ið hann hevur borðreitt við seinastu tíðina. Ein kapittul í endurminningum Alfreds fer óivað at snúgva seg um júst hetta bragd.
Næstformaður Sambandsfloksins boðaði fyri jól frá, at hann tekur stuðulin til samgonguna aftur. Tað vil siga, at hann ikki longur er at rokna sum partur av landsstýrissamgonguni, sum hann málbar seg í tíðindaskrivi undan jólum. Hetta var ein beinleiðis avleiðing av, at løgtingið samtykti uppískoytið um “kynsliga orientering” til paragraf 266b í revsilógini.
Men hvørjar avleiðingar fær avgerðin hjá Alfredi? Hann varðveitir nevniliga tey privilegiir og teir álitissessir, ið hann sum partur av samgonguni hevur tiltuskað sær. Hann er tí framvegis formaður í rættarnevndini og næstformaður í vinnunevndini. Tveir sessir, hann hevur fingið, av tí at hann upprunaliga var partur av samgonguni.
Eingi tekin hava verið um, at Alfred verður varpaður úr hesum báðum sessum, nú hann ikki stuðlar samgonguni longur. Er tað tí, at Alfred er ein so týdningarleysur politikari, ella kann samgongan heilt einfalt ikki liva uttan hansara hjáveru?
Tinglimir samgongunnar tíma møguliga ikki at taka hendan dystin, nú bert eitt ár er til valið. Teir hava møguliga meira at missa enn at vinna, og tí verður málið tagt burtur – eingin vil veruliga fyrihalda seg til hesa fráboðan Alfreds. Tað er í veruleikanum væl skiljandi. Samgongan er intakt, so leingi hon hevur meiriluta í tinginum, og allir tinglimir vilja bjarga sínum egna skinni.

Ríður á tveimum hestum
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at Alfred í løtuni ríður á tveimum hestum. Hann stuðlar ikki samgonguni, men hann vil ikki taka tær natúrligu avleiðingar, ið eiga at standast av eini slíkari fráboðan. Nevniliga at hann tekur seg úr teimum nevndarsessum, ið samgongan hevur latið honum uppí hendi. Karsten Hansen valdi at rinda kostnaðin av at taka seg úr einari politiskari eind. Tað er eftir øllum at døma munur á monnum.
Tann brennandi spurningurin er tí, um Alfred Olsen nú er partur av samgonguni ella andstøðuni. Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins metir ikki, at støðan krevur bráðfeingis viðgerð í samgonguni, tí sum Kristian Magnussen sigur, so hevur Alfred Olsen “ikki meldað seg uppí andstøðuna”. Mær vitandi hava Jenis av Rana og Høgni Hoydal heldur ikki meldað seg uppí andstøðuna, men tað er ein sannroynd, at teir eru partur av andstøðuni, óansæð um teir hava meldað seg uppí ella ikki. Alfred dettur niðurímillum tveir stólar, tí hann er sambært Kristiani hvørki samgongu- ella andstøðutinglimur!
Í hesum føri kunnu orðini hjá Bush (yngra) lýsa støðuna væl: Antin ert tú fyri okkum ella ert tú ímóti okkum! Tí hvussu kann man taka stuðulin til samgonguna aftur, men framvegis sita í teimum sessum, ið samgongan er garantur fyri.
Hvat stendur so eftir? Jú, at Alfred úteftir hevur signalerað, at hann ikki stuðlar samgonguni. Men hann situr onkursvegna framvegis í samgonguni í kraft av sínum nevndarsessum. Ergo, alt er við tað gamla. Eingin broyting í løgtinum í øllum førum. Alfred hevur ongan prís goldið fyri at siga seg úr samgonguni – hann hevur ikki ofrað seg fyri nakað sum helst, meðan hann letst at hava tikið stuðulin til samgonguna aftur. Og hetta kann ikki tulkast sum annað enn eitt dupultmoralskt hurðaklams ognað veljarum Alfreds í Eysturoynni.
Tí hevur fráboðanin hjá Alfredi ongan substans. Hon er eitt tómt hylki av hykli.