Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens hava verið latnar á hvørjum ári síðani 1958 uttan í 1971, 1972 og 1973. Fyri tveimum árum síðani samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina og heitið á virðislønini. Nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Við mentanaravrik verður hugsað um fólk, sum hava avrikað nógv fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur eisini heimild at gera av ikki at lata onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert.
Í ár vórðu tvær virðislønir latnar, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanarligt avrik. J.P. Gregoriussen, arkitektur, fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri bøkurnar Gomlu trækirkjurnar og Eldru Hválvkirkjurnar. Í grundgevingini segði Jákup Jacobsen, limur í nevndini fyri heiðurslønina, at J.P. Gregoriussen lýsir føroyska siðsøgu, kristnisøgu og byggilistsøgu í eini heild við egnu teknilist síni sum sambindingarliði. Hann vísir list og samlag í føroyskari kirkjubygging, og fáur kann sum hann skapa listaverk sjálvt úr smæstu teknisku smálutum. J.P. Gregoriussen hevur við bókum sínum gingið undan og reist ein hugtakandi minnisvarða um hugsunarhátt og listarligt hegni í farnari tíð".
Í takkarkvøðu J.P. Gregoriussens runnu tankarnir aftur til Sverra Dahl, sum eigur høvuðsgreinina í fyrru bókina. Triðja bókin um gomlu kirkjurnar er til prentingar og tann fjórða undir fyrireikingum.
- Ein fortreyt fyri at avmynda byggilistsøgu okkara, er, at tað er á líka høgum stigi sum listaverkið sjálvt, segði J.P. Gregoriussen.
Tann um æru býður, verður æru verdur
Frits Johannesen úr Fuglafirði fekk Mentanarvirðisløn M.A.Jacobsens fyri mentunarligt avrik. Í grundgevingini segði Gunnar Hoydal, limur í nevndini fyri virðislønina, at "Nevndin vísir á tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt úti um land okkara at fjálga og nøra føroyska mentan, og er samd um at heiðra Frits Johannesen fyri hansara fjølmentaða virki í orðum, myndum og ikki minst tónleiki. Sum fyriskipari og kveikjari ríkar hann heimliga umhvørvi sítt og er fyridømi fyri alt landið".
Frits Johannesen segði í takkarkvøðuni, at hann fegnaðist um, at nevndin fyri heiðurslønarnevndina hevur kagað út um tórgarð. Væl vitandi at mentanarlívið er ríkt í høvuðsstaðnum og at bygdafólk mangan kundu ynskt at verið til staðar, tá ið ymiskt fer fram, er tað gott, at tað sum verður gjørt úti um landið fær eitt herðaklapp. Hann nam eisini við umstøðurnar hjá listafólki at virka undir, og segði, at tey áttu at fingið betri sømdir, soleiðis at eitt ítriv kundi verið gjørt til eina heild. Frits endaði við hesum orðum: "Tann sum æru býður, verður æru verdur", og "Teimum, tú nýtir væl av, skalt tú rósa".
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru á 14.000 skattafríar krónur hvør. Í nevndini fyri heiðurslønini sita Egon Hansen, Jákup Jacobsen og Beinta Nattestad, sum Tórshavnar Býráð hevur valt, Gunnar Hoydal fyri Rithøvundafelagið og Eyðun Andreassen fyri Fróðskaparsetur Føroya. Býarbókavørðurin Anna M. Brimnes er skrivari.