Tann stóra løtan

Løtan var søgulig og stór. Ja, at allur dagurin var stórur, ivaðist eingin í, sum komin var suður á Reynsbakka, tá hátíðarhaldið í samband við seinasta skotið í undirsjóvartunlinum undir Vestmannsundi, skuldi skjótast

Undirsjóvartunnil


Vágar:Bilrøðin var longu hampiliga fitt, tá vit eini trý korter áðrenn fráferð møttu á ferjuleguni í Vestmanna. Væl mannað lið av Sosialinum á ferð vestur í Vágar til at vera hjástaddir, tá hendan stórhendingin í føroyskari samferðslusøgu skuldi fara fram.
Allastaðni komu tey frá. Úr Havn og Eysturoynni. Av Sandoynni var onkur, og úr Norðoyggjum vóru fleiri. Jú eingin ivi um, at her var spenningur, sum kundi merkjast.
Vit bíða í kaffistovuni, meðan Ternan er ein túr á Oyrargjógv. Her er væl av fólki inni, og nógv gongur eisini uttanfyri.
Ein teirra, sum kemur framvið, er borgarstjórin í Kvívík, Heini Holm. Hann skal, sum vera man, eisini vera við, tí hann er í grundini vertur fyri tunlinum, sum kemur upp í Kvívíkar Kommunu.
Onkur løgtingsmaður úr Norðoyggjum er ovurfegin um hetta tiltakið, tí nú verða maskinurnar helst leysar nakað skjótt, og so kann tað henda, at tær fara undir Leirvíksfjørð. Hvør veit? Løgtingið hevur samtykt, at tað skal gerast.
Ternan leggur at, og fólk skunda sær umborð. Her fyllist skjótt, og fólk eru allastaðni. Í salongum og á dekkinum. Tey, sum hava bil, eru seinast upp í salongini, og har er ikki hugsandi um at fáa sitipláss. Men túrurin er stuttur, so tað man ikki fara at gera nakað.
Vit hava prátað við borgarstjóran í Kvívík, og vilja leggja úrslitið út á Internetið. Tað sleppa vit inn í messuna hjá manningini at gera, og tað ber eisini til her á Vestmannasundi við eini fartelefon.
Av Oyrargjógv verður farið við skundi suður móti tunnilsmunnanum, har væl av bilum og heilt nógv fólk longu eru.
Vit fáa parkeringspláss og fara inn í smiðjuna, har skipað er soleiðis fyri, at fólk, sum komin eru at forvitnast, men ikki sleppa inn í tunnilin, kunnu síggja, tað, sum fyriferst har inni, á stórskýggja. Og okkurt til matna og drekka er eisini sett á borðið, so her verður eisini ball, eins og tað verður i tunlinum.
Vit fara inn í tunnilin við bussi. Væl verður ansað eftir, at trygdin er i lagi, og listi við nøvnunum á ferðafólkunum verður gjølla gjøgnumgingin, áðrenn koyrt verður.
Einar 800 metrar inni í tunlinum verður steðgað á, meðan nevndarfomaðurin í partafelagnum Vágatunlinum fer longri inn at festa í fjúsið til seinasta skotið.
Og tað brestir. So øll, ið inni eru, vita av. Trýstið er nógv, og tað ristir í. Men loft og veggir halda. Sterkt sum bergið.
Og so er tann stóra løtan komin, at opið er undir einum føroyskum sundi og fast sambnand millum oyggjar við tunli. Tað hava vit ikki roynt fyrr her hjá okkum, hóast tað er væl kent aðrastðani.
Fram við vegginum við síðuna av grótrúgvuni koma nøkur fólk. Løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum eru fremstir. Kanska í øvugtari raðfylgju.
Teir heilsa upp á móttøkunevndina vágamegin, sum eru landstýrismaður og løgtingsmenn umboðandi Vágar. Jú, hetta er hátíðarligt, og fólk síggja nakað stórt í hesum. Síggja øgiligar fyrimunir við at búgva og arbeiða í Vágum, men eru samstundis samd um, at hetta er landsogn, vit hava fingið.
Sosialmanningin skundar sær at leggja frásagnir frá allari hendingini á Internetið beinanveg. Tá tað er gjørt, verður farið til Miðvágs, har vit eru bodnir við til borðhald, sum hildið verður fyri arbeiðsfólki, gestum og øðrum, í á einhvønn hátt varða av tunlinum.
Nógvar vóru røðurnar, og politikararnir, sum við vóru, hildu seg ikki aftur. Skilligt at valár er.
Eftir eitt borðhald, ið vardi einar fýra tímar, varð farið við bussi undir Sundinum aftir til Leynar, haðani fólk spjaddust alt eftir, hvar tey búðu, ella hvar tey høvdu flutningsfar standandi.
Men Vágfólk í bussinum hjá Finni fóru nógv aftur til Sandavágs, har tey eru so fegin um tunnilin, at Sandavágs Kommuna skipaði fyri ókeypis, almennum tunnilsdansi í SÍF húsinum.