Poul Petersen var tann seinasti á lívi av teimum tingmonnum, sum vóru við til at samráðast um heimastýrislógina eftir seinna heimsbardaga. Hann var valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoy tann 30. januar í 1940, og hann sat til valið í 1970, tá fólkafloksmenn í Eysturoy stillaðu upp havnarmannin, Jógvan Sundstein, sum varð valdur fram um Poul Petersen.
Í sendinevndini sum fór til Danmarkar at samráðast í januar 1946 vóru fyri Fólkaflokkin umframt Poul Petersen, Thorstein Petersen, bankastóri og varaformaður Fólkafloksins og Richard Long, lærari. Fyri Sambandsflokkin vóru Kristian Djurhuus, sýslumaður á Tvøroyri og Johan Poulsen, lærari á Strondum og Javnaðarflokkin umboðaðu Petur Mohr Dam, lærari og formaður floksins og Jákup Fr. Øregaard, keypmaður í Norðragøtu.
Poul Petersen var útbúgvin løgfrøðingur. Hann starvaðist eitt skifti sum sýslumaður í Klaksvík, og sat í Klaksvíkar sóknarstýri árini 1935-39. Hann starvaðist seinni sum fulltrúi í landsumsitingini frá 1951 ? 1971.
Hann skrivaði bøkurnar, Ein føroysk bygd og bøkurnar Føroyar í søguni.