Tann savnandi tjóðarhátíðin

Nú stundar til ólavsøku, tjóðarhátíð okkara. Fyri mong er ólavsøkan hægsta summarhátíðin, og fyri okkara kosnu menn og kvinnur á tingi og í landsstýri er ólavsøkan eisini nýggja byrjanin, tí á ólavsøku byrjar nýggja tingárið.

Høvuðsstaðurin er altíð - eins og føroyingar flestir - í sínum vakrasta búna á ólavsøku. Hesar dagarnar upp undir ólavsøku síggjast fólk snøgga um býin allastaðni, so alt er til reiðar at taka ímóti teimum túsundatals gestunum, sum leita sær í býín á ólavsøku. Hóast ólavsøkan er eitt við Havnina, so eiga vit øll ólavsøkuna - tí hon er tjóðarhátíðin hjá øllum føroyingum. Eisini nógvir av okkara landsmonnum, sum eru undir útbúgving ella hava fest búgv í útlondum, koma heim til at halda ólavsøku saman við vinum og kenningum.

Ólavsøkan savnar flestu okkara til gaman og álvara. Her eru ítróttartiltøk og mentanarlig tiltøk av ymsum slag. Tjóðbúnin er ongantíð so eyðsýndur, sum á ólavsøku og setir sín serstaka dám á hátíðina. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin, sum ólavsøkan hevur fyri menniskjansliga sambandið. At tú hittir gamlar vinir og kenningar, sum tú ikki hevur sæð í mong mong ár. Gestablídni er í hásæti, og tú kennir teg vælkomnan alla staðni.

Ólavsøkan byggir brýr millum føroyingar flestar. Fíggindaskapur og vónloysi eru bráddliga horvin. Tolsemi, virðing og vinskapur standa harafturímóti ovast á breddanum.

Og tá so løgmaður trínur á tingsins røðarapall aftan á gudstæanstuna ólavsøkumorgun er politiskt nýggjár. Tá fer Kaj Leo Johannesen at stinga kósina út í kortið - hann fer at greiða frá, hvørji politisk mál samgongun fer at seta sær næsta tingárið - og eitt tað fyrsta málið at fáa greiðu á er løgtingsfíggjarlógin fyri 2011 - búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum.

Enn kenna vit ikki smálutirnar í fíggjarlógaruppskotinum, men politikarar hava ikki dult fyri at sparast skal. Og at tað er neyðugt, tað kunnu vit helst øll verða samd um. Men tað má sjálvandi gerast við skili.

Kanska eisini politikarar liva upp til ólavsøkusangin hjá Poul F, tá hann sigur, at »ólavsøkan skal øld eftir øld reka burtur klandur og sorg«. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum eina góða ólavsøku.