Aldursbólkurin hjá teimum, sum eru við, er úr seks árum og uppeftir.
Í ár fer Yndi at hava ballettframsýningina saman við teimum ungu studentaskúlanæmingunum, sum fyri stuttum vóru á palli í Norðurlandahúsinum við tí kenda og vælumtókta sangleikinum »Hair«.
Leiðari fyri ballettini Yndi er, eins og hini árini, Elsa Maria Bærentsen.
Atgongumerkir til mikudagin 3. mai eru at fáa á Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum.