Tannáringar stjólu bil frá foreldrum

Um trý-tíðina í nátt rendu ein 16 ára gamal og tveir 14 ára gamlir dreingir á bil á argjum við bilinum hjá foreldrunum at eina dreinginum Ein 16 ára gamal og tveir 14 ára gamlir dreingir tóku í nátt ein persónbil hjá foreldrunum at eina dreinginum og fóru á ferð. Ferðin varð tó ikki so áhugaverd, tá dreingirnir rendu á annan bil um trý tíðina í nátt. Bilarnir fóru sera illa, og teir fingu tískil ikki koyrt avstað aftur. Eingin persónskaði var. Dreingirnir rýmdu, men løgreglan var skjót á staðnum og fangaði teir, áðrenn teir sluppu ov langt.

Av tí at bilførarin var undir revsingaraldrinum, vórðu dreingirnir koyrdir til hús, og málið verður nú yvirtikið av barnaverndini.