Tannáringar: Mamma og babba lurta ikki

At nýta meiri tíð við børnunum betrar um teirra sálarligu heilsu, sigur Gigni.

Í samband við, at tað er altjóða sálarheilsudagur í dag, velur Gigni at varpa ljós á sálarligu støðuna hjá børnum og tannáringum.

 

Gigni skrivar í tíðindaskrivi, at tað er týdningarmikið at brúka tíð saman sum familja fyri at styrkja um sálarheilsuna hjá børnunum. Gigni nevnir trý øki:

- at vera virkin saman við familjuni.

- at vera saman sum familja.

- at vera hugbundin saman við familjuni.

 

- Tað er sera umráðandi, at familjan verður raðfest fyri at trívast. Og fyri at familjan skal trívast, er neyðugt at brúka tíð saman. Gigni vil gera vart við, at tað er í lagi, og eisini til tíðir neyðugt, at velja familjuna framum okkurt annað, skrivar Gigni í tíðindaskrivi.

 

Gigni leggur stóran dent á sambandi millum foreldur og børn og nevnir eisini leiklutin hjá pápanum.

- Tað eru kanningar sum vísa, at um páparnir virkið taka lut í uppalingini av børnunum, so fáa gentubørnini færri sálarligar trupulleikar og dreingjabørnini færri atferðartrupulleikar. Harafturat eru sannlíkindini størri fyri, at parlagið heldur, skrivar Gigni.

 

Gigni vísir eisini til eina kanning, sum Firouz Gaini gjørdi í 2013 av 9. floks næmingum. Tá søgdu nógv teirra, at tey høvdu trupult við at fáa foreldrini at lurta, tá tey hava tørv á tí, og tí tosa tey meiri við sínar vinir um torførar støður. 

- Eisini vísir kanningin, at nógv ung høvdu ynskt, at foreldrini settu fleiri krøv og hugsaðu meira um tey ungu, hvar tey eru, og hvat tey gera, skrivar Gigni.

 

- Tískil vil Gigni minna á at raðfesta familjuna, eisini um tað kostar at siga nei til annað, skrivar Gigni.