Tannáringar fáa sáttmála við B36

Tveir 17 ára gamlir tannáringar hava í dag undirskrivað sáttmála við B36.

Í gjár vóru tveir leikarar, sum báðir vóru við í hópinum hjá B36 til dyst í Effodeildini á fyrsta sinni. Teir vóru Erlendur Magnusson og Jóhan Eiler Simonsen, ið báðir eru 17 ára gamlir.

 

Reglarnir hjá fótbóltssambandinum siga, at ein leikari kann bara vera við í hópi til dyst í Effodeildini eina ferð uttan at vera sáttmálabundin. Millum annað av hesi orsøk hevur B36 í dag kunngjørt, at Erlendur Magnusson og Jóhan Eiler Simonsen hava á fyrsta sinni undirskrivað sáttmála við B36.

 

Báðir leikararnir eru fastir menn á næstbesta- og unglingaliðnum hjá B36. Her hava úrslitini verið stak góð, tí at eftir fýra umfør hevur næstbesta liðið hjá B36 vunnið allar sínar dystir í 2. deild, og stevnir liðið tískil ímóti uppflyting í 1. deild. Unglingaliðið hjá B36 hevur eisini vunnið fýra av sínum fimm dystum.

 

Erlendur Magnusson fekk sínar fyrstu minuttir í Effodeildini í gjár, tá ið hann bleiv skiftur inn fyri ein skaddan Høgna Madsen í yvirtíðini. Jóhan Eiler Simonsen sat á bonkinum allan dystin á tamb.