Tann ríkasta deyða stjørnan

Tað kann helst tykjast mongum løgið, at ein deyður persónur kann tjena pengar. Men soleiðis er tó veruleikin, um viðkomandi var ein sera kendur persónur.

 

Elizabeth varð fødd 27. Februar í 1932, og hon gjørdist ein heimsstjørnan við filmum sum Cleopatra, Who’s Afraid of Virginia Woolf og mongum øðrum Hollywoodklassikarum. Hon gjørdist eisini kend fyri, at hon var gift heili átta ferðir – tvær ferðir við tí sama manninum, nevniliga Richard Burton. Elizabeth Taylor doyði 23. Mars í 2011, 79 ára gomul.

 

Forbes Magasine sigur nú, at Elizabeth Taylor er tann stjørnan, sum hevur tjent mest pengar síðani hon doyði.

 

Seinasti árið hevur deyðsbúgvi hjá Hollywood stjørnuni tjent yvir 1 milliard krónur, ella 210 milliónir dollarar.

 

Eftirkomararnir hjá Michael Jackson hava tjent 145 milliónir dollarar, meðan eftirkomararnir hjá Elvis Presley hava tjent 55 milliónir dollarar.

 

Tað veit heimasíðan hjá BT í dag.