Tann næstbesta føðingardagsgávan

Borgarstjóri og framstandandi vinnulívsmaður fegnast um silvurið hjá NSÍ og siga við ein munn, at nú er slóð ruddað til fyrsta føroyameistaraheitið hjá felagnum ? næsta kappingar.

FM-kapping

Neyvan nakrantíð í nýggjari føroyskari fótbóltssøgu hevur eitt lið verið so fegið um eitt nr. 2 pláss og so inniliga fortjent tað, sum tá NSÍ vann á KÍ seinasta sunnudag í Klaksvík. Liðið, sum eitt skifti lá á odda í 1. deild og hevði beina kós móti sínum fyrsta FM-heiti síðani stovnanina fyri 45 árum síðani, hevði ikki neyðugu heiðursmerkjarutinuna til hesaferð at vinna gullið. Men tað er greitt, at við fleiri av landsins mest evnaríku spælarum á liðnum verður NSÍ eitt av teimum tungu liðunum til FM-kappingina 2003 og eitt av boðunum uppá FM-heitið.

Fegin vinnulívsmaður
-Hetta úrslitið hevur ómetaliga nógv at siga fyri alt plássið og samanhaldið her. Vit hava arbeitt við hesum og trúð uppá tað í nógv ár. Hevði roknað við at vit rukku langt í ár men ikki so langt sum til nr. tvey. Sigur ein av royndu vinnulívsmonnunum og fyrrverandi fótbóltsspælarunum í Runavík, Jónsvein Knudsen, sum var millum mongu fegnu NSÍ-áskoðararnar í Klaksvík sunnudagin ? og millum fyrstu viðhaldsfólkini, sum tustu út á vøllin, tá dómarin hevði bríkslað dystin av.
-Sjálvandi hevði eg vónað, at vit vunnu gullið eisini. Men vit kundu næstan ikki koma nærri enn at vinna bæði steypakapping og silvur. Eg havi sjálvur spælt í NSÍ og veit, at ítrótturin gevur plássinum nakað. Eg eri góður við hetta plássið og vil at NSÍ einaferð skal gerast Føroyameistari.
Jónsvein Knudsen fylti 45 ár sunnudagin, tá spælt var móti KÍ. Í ár hevur NSÍ eisini 45 ára stovningardag, og Jónsvein Knudsen hevði tískil vónað, at gullið eisini fór at verða í hús. Tað hevði verið besta føðingardagsgávan til bæði hann sjálvan og til Runavíkina. Men kortini ? hetta var so tann næstbesta føðingardagsgávan.

Borgarstjórin í fremstu røð
-Gongur væl við ítróttinum, so gongur eisini væl við øllum øðrum. Tað gevur ringvirkningar. Bjartskygdni í Runavík er stórt, og har eru nógv skapandi fólk. So gongur væl hjá okkara fótbóltsliði, er tað við til at lyfta alt upp her á plássinum. Hetta sigur ein ovurfegin borgarstjóri í Runavík, Rodmundur Nielsen, sum sat í fremstu røð á áskoðarabonkinum í Klaksvík sunnudagin. Hann heldur NSÍ hevði uppiborið henda sigurin, hóast hann var tepur. Men hann ætlar sær so ikki at geva uppat. Nú er málið 1. pláss og gull. Bæði borgarstjóri og vinnulívsmaðurin Sosialurin hitti á vøllinum eftir dystin eru samdir um, at NSÍ nú fer at fyrireika seg til at vinna FM heitið næstu ferð. Og við verandi manning skuldi góður møguleiki verið fyri tí. Sosialurin ynskir NSÍ tillukku við silvurinum.