Flestu foreldur kunnu taka undir við, at teir fysisku karmarnir í skúlunum eru teir somu gomlu, ið lítið og einki eru broyttir í eitt mannaminni.
Ein av broytingunum er, at floksundirvísingin, sum vanliga hevur verið tann mest nýtti undirvísingarformur, ikki er nøktandi. Neyðugt er í størri mun við ymiskum undirvísingarhættum. Undirvísingarhættirnir eru nær tengdir at hølisviðurskiftunum, og lata seg ikki fremja við bert hesum eina flokshølinum til 24 næmingar.
Hetta setir stór høliskrøv til skúlan. Eisini nýggj starvsøki, sum eru kravd í lógini, krevja høli.
Tað er kommunustýrisins ábyrgd, at hóskandi undirvísingarhøli eru tøk!
9. og 10. flokkarnir skulu komandi vár til próvtøku í verkætlanararbeiði. Verkætlanararbeiði er ein arbeiðsháttur, ið nógv arbeiðspláss nýta. Siga vit, at næmingarnir arbeiða saman tríggir og tríggir, skulu 8 bólkar verða í sama høli og arbeiða við hvør sínari uppgávu. Hetta er ikki arbeiðsumstøður nakað arbeiðspláss hevði boðið sínum fólki.
Skúlarnir klára nóg illa at hýsa øllum flokkunum í hvør sínari heimastovu. Stovurnar eru eisini mangan ov smáar til 24 næmingar.
Teldan, ið er eitt vanligt amboð á flestøllum arbeiðsplássum, skal sjálvsagt eisini verða eitt amboð í tí dagliga arbeiðnum í skúlanum. Trupulleikin er, at skúlin hevur ikki pláss til hesar.
Arbeiðsumhvørvið og harvið eisini trivnaðurin hjá børnunum og teim ungu eru als ikki nóg góð í kommunuskúlunum.
Her má koma ein skjótur bati, áðrenn okkara skúlaungdómur verður ov nógv afturútsigldur.
Veri eg ein av teimum, sum skulu vera við at býta skattakrónurnar komandi valskeið, fari eg at mæla býráðnum til at um- og útbyggja skúlarnar, soleiðis at teir lúka undirvísingarkrøvunum í lógini.
Størsta kommunan og høvuðsstaðurin eigur at fylgja við í menningini av fólkaskúlanum og má bjóða sínum skúlaungdómi umstøður, soleiðis at hann kann formáa sær.
Allarhelst átti eitt so fáment samfelag sum okkara at ligið á odda, hvat arbeiðsumstøðum og trivnaði í fólkaskúlunum viðvíkur, síggja vit børnini og tey ungu sum eitt tilfeingi. Tórshavnar kommuna eigur, sum nógv tann størsta, og kanska hin ríkasta, kommunan, at vera fyrimynd á fólkaskúlaøkinu m.