Orð og Myndir:
Eirikur Lindenskov
Týsdagurin 11. mai í ár var ein stórur dagur, hjá italsku last- og vørubilaverksmiðjuni, Iveco. Hetta var dagurin, tá tann nýggi Iveco Daily City Truck alment varð sýndur fram í býnum Jerez De La Frontera í Suðurspania.
Í hesum sambandi vóru motorjournalistar um heimin allan stevndir til tíðindafund - eisini bilaredaktiónin hjá Sosialinum.
Eitt stórsligið tiltak við ikki færri enn 355 fólkum úr øllum Evropa og partvíst úr Ásia við.
Iveco North Europe nevnist Iveco-umboðið í Danmark, sum stendur fyri øllum innflutninginum til Norðurevropa - herundir eisini til Føroyar - og er tað Reyni Service, sum umboðar merkið.
Ein býarbilur
til býarflutning
? Endamálið við nýggja Iveco Daily City Truck er at veita brúkarunum ein góðan flutningsbil, sum skal kunna nýtast til øll hugsandi endamál.
? Navnið er Daily, og definitiónin er City Truck, segði varastjórin í Ivecoverksmiðjuni í Italia, Jean Pierre Lefebvre, tá tíðindafundurin varð settur í stóra salinum í kongresshøllini miðskeiðis í býnum Jerez De La Frontera.
? Men kortini er talan um ein veruligan vørubil, hóast hann ikki er øðrvísi at koyra, enn ein vanligur persónbilur.
Víðari segði Jean Pierre Lefebvre, at talan er um ein komfortablan, kvikan og rúmligan bil, sum er bygdur til av- og álessan, og sum serliga ætlaður er til býarkoyring.
? Men talan er eisini um ein kraftmiklan, tryggan og álítandi bil. Bilurin er skaptur til at vera júst tann rætti bilurin til ein og hvønn, sum hevur brúk fyri at koyra út vørur í 21. øld ? bæði sum høvuðsbilur, men eisini sum back up bilur til smærri uppgávur.
Áseta maksimum-
vekt fyri vørubilar
? Tann nýggi Daily er málrættaður at kunna sníkja seg runt í býunum og kortini at rúma so nógvum sum til ber - nógv meira, enn vanligu kassavognarnir, sigur Petur Hansen, sum er stjóri hjá Iveco North Europe.
Á ferðini til Spania greiðir hann Sosialinum frá, at av teirri orsøk, at fleiri og fleiri býir áseta eina maksimumvekt fyri flutningsbilar, hevur Iveco ment hendan lætta flutningsbilin við stórum motori.
Bilurin ber sama heitið sum undanbilurin, Daily.
? Hetta navnið er væl kent millum flutningsfólk - og tað boðar jú frá góðsku, so hví broyta navn, spyr Peter Hansen.
Hann leggur smílandi afturat, at Iveco síðani 1976 hevur selt fleiri enn eina millión Dailybilar.
Sum at koyra persónbil
Prinsippið í nýggja Daily er at samantvinna tað, sum ein lastbilur kann útinna við komfortina í einum persónbili ? alt hetta í eini nýggjari og lættari konstruktión.
Og fyrireikararnir spardu einki. Umframt langar fyrilestrar frá vællærdum monnum frá Ivecoverksmiðjuni, sum út í æsir greiddu frá menningini innan flutningsbilatøkni og stóru trupulleikarnar í stórbýunum, sum fyri ein føroyskan bilblaðmann ikki er so áhugavert, fingu vit allir møguleikan at royna ymsu sniðini av bilnum á gamla Formel 1 bananum í Jerez De La Frontera..
Og tað er einki at taka seg aftur í, at bilurin er sera behagiligur at koyra - og tú kennir tað næstan, sum vart tú í einum persónbili, so friðarligt tað kendist í førarahúsinum, hóast tú merkti dieselmotorin - men gangurin ikki var nógv meiri, enn tú ert vanur við í einum vanligum dieselpersónbili.
Verkfrøðingarnir hjá Iveco hava lagt stóran dent á, at bilurin skal vera so lágur, sum gjørligt, so tú ikki kennir tað, sum um tú koyrir í einum storum bili. Hjálparmaður okkara á Formel 1 bananum greiddi okkum frá, at umframt hetta var kabinan serliga ljóðdempað - á sama hátt sum í persónbilunum.
Á Formel 1 bananum høvdu teir eisini sett upp forðingar, sum vit blaðmenn sluppu at koyra ígjøgnum. Her ráddi um at vera snúðin - og snúðin er bilurin, tí vendiradius hjá bilinum er ikki meira enn umleið 10 metrar, og tað er hugvekjandi.
Bæði airbag og ABS bermsur eru standard í øllum bilunum.
Sølustjórin hjá Iveco í Danmark, Gunni Mikkelsen, er ikki í iva.
? Í staðin fyri ein yvirvaksnan persónbil, so kunnu vit bjóða ein lítlan flutningsbil. Hann hevur eina nyttulast upp á millum 2.8 og 6,5 tons. Til ber at velja júst tann bilin, ið tær tørvar ? tí verksmiðjan kann so at siga lata tær skræddaraseymaðan bil til endamálið ? alt frá løttum flutningsuppgávum til ruskkoyring, segði hann.