Tann modernaði Sherlock

(Uppliv!) Nýtulkingar av klassiskum detektivi eru frálíkt undirhald

Síðani 2010 hevur bretska sjónvarpsstøðin BBC framleitt og sýnt nýtulkingar av klassiska detektivinum Sherlock Holmes, sum Sir Arthur Conan Doyle skapti í sínum skaldskapi.
Óteljandi filmar og filmsrøðir eru gjørdar við Sherlock Holmes, men nýggju innspælingarnar skilja seg burtur úr rúgvuni, tí talan er um heilt nýggjar tulkingar, har Sherlock er detektivur í dagsins Bretlandi. Nøvn, persónar og hendingar ganga aftur frá gomlu søgunum, men alt er sett inn í nýggjan samanhang.
Hetta hevur riggað framúr væl, og tað er ikki minst takka veri Benedict Cumberbatch, sum hevur leiklutin sum Sherlock. Hann ger bestu tulkingina av Sherlock Holmes, síðani framúr Jeremy Brett frá 1984 til 1994 í grundini endaliga avgjørdi, hvussu Sherlock Holmes skuldi tulkast sum persónur.
Higartil eru 9 partar gjørdir við Sherlock, og til ber at sleppa fram at seks av pørtunum á Netflix.