Tann kvirra flóðaldan

Í gjár var ein mánaði síðani flóðalduna í Suðurasia. Hendan mánaðin eru meiri enn 300.000 fólk deyð av aids, malaria og tuberklum í Afrika

Tá flóðaldan skolaði inn yvir strendurnar fram við Indiska Havinum fyri einum mánað síðani, rakti hon fleiri milliónir fólk. Umleið 280.000 fólk doyðu í vanlukkuni, sum er ein tann ringasta náttúruvanlukkan nakrantíð, og sum fekk heimssamfelagið at seta tað størsta hjálpararbeiðið nakrantíð í verk.
Hendan mánaðin síðani vanlukkuna í Suðurasia eru fólk í hundraðtúsundatali deyð av sjúkum og stríði ymsastaðni kring heimin, uttan at vit hava hoyrt ella lisið nakað um tað. Okkum nýtist bert at hyggja at Afrika, tí har hava sjúkur sum malaria, aids og tuberklar kravt umleið 315.000 mannalív hendan seinasta mánaðin, skrivar Dagsavisen.
- Høvdu heimssamfelagið raðfest hesi viðurskiftini líka frammarlaga sum flóð-alduna í Suðurasia, kundu vit havt bjargað hesum fólkunum, tí vit kunnu basa malaria, aids og tuberklum, bara viljin er til staðar, sigur norski læknin Atle Fretheim, sum er nevndarlimur í hjálparfelagsskapinum Læknar Uttan Landamark.
Heimsheilsustovnurin WHO metir, at 2,4 milliónir fólk í Afrika doyðu av aids í fjør, og at umleið 900.000 doyðu av malaria. Tey seinastu hagtølini viðvíkjandi tuberklum eru frá 2002, og tey vístu, at tað árið kravdi sjúkan 556.000 mannalív í Afrika.
- Ein kvirr flóðalda er á veg í Afrika, sigur ST-ráð-gevin Jeffrey Sachs herfyri og vísti á, at hvønn einasta mánað doyggja túsundtals børn í Afrika av malaria.