Tann komiska altjóðagerðin

Klumma

Sale.

Ja, sjálvandi. Tað var fyrsti tankin, tá ið eg um dagarnar sá eina lýsing frá einum handli, sum lýsti við útsølu her í kalda januar, nú jólagávurnar skulu bjóðast fram fyri hálvan prís.

Enska orðið skal nú boða til útsølu í Føroyum. Føroyska orðið er útvatnað og hevur onga ávirkan longur, og tí er tað neyðugt við orðinum Sale fyri at fáa fólk at leypa upp úr stólinum.

Og tá ið ein føroysk fyritøka nú bjóðar til skeið, har heitið er Employer Branding, ljóðar tað nógv meira spennandi, enn um skeiðið hevði eitt føroyskt heiti, og so er tað eitt must at kenna HR-amboðskassan – hvat tað so enn er.

Globaliseringin hevur sína ávirkan á okkara gerandisdag. Vit liva, sum tey gera alla aðra staðni í framkomna partinum av heiminum. Vit síggju somu sjónvarpssendingar, leita inn á somu heimasíðurnar, fylgja við somu hendingunum, og øll vita, at Britney Spears er blivin óð í høvdinum.

Og hví so ikki lána nøkur góð orð úr enskum til at gera okkum eitt sindur meira framkomin og framfýsin – vit tosa jú um somu tingini og hava áður lænt orð úr til dømis enskum.

Danir hava eisini gjørt nógv við tað seinnu árini, og teir eru úrmælingar við sínum nýdanska. Á Journalistskúlanum í Århus skuldu tey journalistisku hugtøkini hava enskt heiti – byline, deadline, feedback, coaching, research, producer, new journalism og so víðari. Danir brúktu glaðbeintir ensku orðini, tí tey høvdu eftir øllum at døma meira tygd – meira saft og kraft.

Og tú fært ikki vent tær fyri enskum í Danmark. Rakimaskinan skal eita shaver, tí annars ljóðar tað sum okkurt, ið gamlir menn brúka ,tá teir skulu snollast. Ítróttarfólk eru eisini pátikin: Min confidence var simpelten so stor. Det var outstanding.

Ja, lat okkum endiliga seta ferð á við at fáa ensk orð inn í føroyska málið. Um tað ikki kann hjálpa okkum til at ljóða nútímans og altjóðagjørd, so kunnu vit í minsta lagi ugga okkum við, at vit ljóða meira komisk.