B36-B68 1-2 (0-2)
Toftafólkini mundu vera fleiri enn tey lokalu, tá B36 og B68 leygardagin skuldu leika fyrsta landskappingardystin eftir summarfrítíðina.
Um tað var veðrið ella væntandi tiltrúgv til sínar egnum, sum helt havnarfólkunum burtur frá Gundadali, skulu vit lata vera ósagt. Undir øllum umstøðum er tað tó ein sannroynd, at tey, sum kanska høvdu ætla sær oman at síggja B36 liðið spæla B68 út av vøllinum, einki mistu, um tey vórðu sitandi heima.
B36 byrjaði annars betri, og fyrstu 5-10 minuttirnar royndu teir eisini at leggja eitt rættuliga stórt trýst.
B68, sum í fyrra hálvleiki spældi ímóti vindinum, hevði sera ilt við at fóta sær, men sæð burtur frá onkrum leysum bóltum í B68 brotsteiginum, varð talan ikki um nakran stórvegis møguleika til heimaliðið.
Gestirnir byrjaðu tó sakuliga at fóta sær, og so við og við fingu teir eisini betri tamarhald á støðuni. Við útgangsstøði langt afturi á vøllinum royndu teir at seta kvik mótálop í gongd, og tað gekk veruliga skjótt fyri seg, tá teir soleiðis fóru fram eftir vøllinum. Fróði, Eyðstein og Øssur eru allir frálíkir bóltspælarar, og við skjótum smáspæli, kryddað við longum sendingum, royndu teir so at senda teir báðar áleypararnar avstað.
Tað var eisini eftir júst einum av hesum álopunum, at B68 kundi leggja seg á odda, hóast B36 eisini hjálpti væl til.
Ein høgur bóltur varð lagdur inn um B36 verjuna, men í kapprenning við Marcello, varð tað tó Egil, sum fyrstur á. Allarhelst ætlaði Egil at lossa bóltin út, men ístaðin fór bólturin flat til vinstru, har Øssur Hansen stóð púra leysur, og hann var eirindaleysur móti fyrrverandi liðfeløgunum.
Mistu høvdið
Um onkur helt, at B36 hevði spælt heldur skilaleyst undan leiðslumálinum hjá toftamonnum, so var hetta lítið aftur ímóti tí, sum var í væntu eftir málið.
Í royndunum at skapa okkurt, sum líktist einum málmøguleika, royndu teir at trýsta spælið fram eftir vøllinum, men aloftast varð hetta gjørt, uttan at leikararnir bakkaðu hvønn annan upp, so tað var lag á manni hjá B68 at halda á fram við skilagóða kontraspælinum.
Fleiri ferðir gjørdist tað heilt vandamikið framman fyri B36 málinum, og móti endanum av hálvleikinum eydnaðist tað so gestunum at skjóta seg upp á 2-0. Marcello hevði annars verið nær við einar tvær ferðir. Fyrru ferð, tá hann eftir kanska best spælda álopið í dystinum skeyt á innaru síðuna av stongini, og seinnu ferð, tá bert ein meistaralið bjarging frá Tróndi Vatnhamar forðaði bóltinum í at fara í netið. Hesu ferð fekk hann alla B36 hálvuna fyri seg sjálvan, eftir at Håkan Lundholm misti á miðjum vølli, og eftir at hava rundað Trónd, kundi hann leggja bóltin í málið.
Tó at toftamenn soleiðis vóru sera vandamiklir í mótálopum, so hevði B36 eisini onkrar møguleikar. Fyrst skeyt Håkan upp um úr góðari støðu, og eisini Klæmint Matras hevði eitt vandamikið skot, sum Magnus Poulsen tó fekk sligið út til hornaspark.
Hildu fast
Tá farið varð út til seinna hálvleik, vóru tað teir úr B68, sum høvdu vindin í ryggin, men hetta fekk teir tó á ongan hátt at loypa framav.
Ístaðin royndu teir framhaldandi at dúva upp á kontrafótbóltin, sum hevði riggað so væl í fyrra hálvleiki. Møguleikar fingu teir eisini burtur úr hesum, men brádliga byrjaði spælið hjá B36 eisini at hanga betur saman.
Síðurnar komu nógv betri við nú, kanska serliga tí Carl H. høgnesen nú aftur var at síggja á liðnum. Í fyrra hálvleiki hevði Jákup á Borg annars røkt sessin í høgra borði, men í hálvleikinum kom Carl inn fyri Håkan, soleiðis at Jákup varð fluttur niðan í álopið.
Hóast B36 nú kom nógv betri við, so spurdust tó eingi mál burtur úr. Nýggi álopsmaðurin, Maciej Mariniak, fekk tó einki burtur úr tveimum so at siga 100% møguleikum, og tá Carl H. Høgnesen so eisini skeyt upp um, tá hann brádliga stóð púra leysur við bóltinum, lá tað líka sum í luftini, at her fór B68 av stað við øllum.
Mundu mist
Seinasta løtan gjørdist tó óneyðuga spennandi, eftir at dómarin gav heimaliðnum eitt brotsspark. Hetta hendi eftir at Jákup á Borg hevði skotið móti málinum. Tjúkt var fyri av fólki, og tá dómarin metti, at onkur toftamaður hevði havt hond á, var einki at gera.
Jákup á Borg setti brotssparkið trygt í netið, og so varð lagt upp til, eitt desprat trýst frá B36, í eini roynd at fáa í hvussu so er annað stigið. Nærri enn einum skotið úr spískum frá Jørgin Meitilberg komu teir tó ikki, og tá dómarin loksins bríkslaði dystin av, kundu toftamenn halda armarnar høgt. Teir høvdu fyri fyrstu ferð tryggjað sær seks stig úr teimum báðum dystunum í Havn, og hetta man í øllum førum bera boð um, at teir ætla sær okkurt slag av málmi burtur úr kappingarárinum.
B36 úti
Í leygardagsblaðnum nýttu vit yvirskrifina »Annað liðið rýkur« um júst henda dystin. B36 leikararnir mugu helst eisini ásanna, at teir við tapinum mistu møguleikan at gera nakað sum helst við gullmerkini.
Havnarmenninir høvdu helst vónað, at teir báðir nýggju leikararnir fóru at styrkja væl um hjá teimum, men mett eftir fyrsta dystinum, er hetta bert galdandi, tá tosað verður um Darius Magdisauskas. Hann stóð saman við Klæmint Matras sera sterkur í myndini, meðan nýggi áleyparin so als ikki líkist einum leikara, sum koma í staðið hjá John Petersen.
Toftamenn høvdu sum so einki nýtt fólk til dystin. Oleif Joensen var fyri fyrstu ferð í ár á besta liðnum, og saman við teimum báðum, Jan Dam og Arnbirni Joensen, stóð hann sera sterkur í verjupartinum. Tað var tó serliga teir tríggir á miðjuni, Øssur, Fróði og Eyðstein, sum vóru grundarlagið undir toftasigrinum. Teir stríddust fyrimyndarligt á miðvøllinum, og tað var eyðsæå, at teir vistu, hvat teir ætlaðu, tá teir royndu at fáa mótálop í gongd.
Álopspartinum bilar heldur einki, og so leingi teir báðir, Marcello og Súni Fríði, halda seg burtur frá skaðum og gulum kortum, kann B68 hótta øll lið í landinum.
Skráin hjá toftamonnum sær heldur ikki so býtt út. Teir báðar næstu dystirnar skulu teir royna seg móti ávíkavist Sumba og B71, og so verður spennandi at síggja, hvussu stigatalvan sær út, tá KÍ í 14. umfarinum hevur verið á vitjan.
B36-B68 1-2 (0-2)
0-1: Øssur Hansen
0-2: Marcello Marcolino
1-2: Jákup á Borg (br.)
Dómari: Súni Johansen
B36:
Tróndur Vatnhamar ? Darius Magdisauskas, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen ? Jákup á Borg, Klæmint Matras, Ronnie Samuelsen, Jan guttesen, Magni á Lakjuni ? Håkan Lundholm, Maciej Mariniak
B68:
Magnus Poulsen ? Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen ? Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen, Jákup Djurhuus ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcolino