"Tann góði smakkurin" í Vági

Fyrilesturin, sum Snorri Patursson fer at halda í Vági, er ókeypis, og hann er partur av heilsuátakinum Virkin Vágur.

 

Mánakvøldið hin 13. februar klokkan 20 fer kostfrøðingurin, Snorri Patursson, at halda fyrilestur í Miðlatúni í Vági.

 

- Við heitinum "Kostráðini, matumhvørvi & tann góði smakkurin" fer Snorri Patursson, kostfrøðingur hjá Fólkaheilsustýrinum, at leggja fram nýggju kostráðini og um matumhvørvi í Føroyum.

 

Tað siga tey í Vági í dag.

 

Lagt verður aftrat, at fyrilesturin hjá Snorra Paturssyni er ókeypis, og hann er partur av heilsuátakinum Virkin Vágur. Á tiltakinum ber eisini til at fáa ókeypis faldarar og plakatir um nýggju almennu kostráðini.

 

Snorri Patursson hevur seinastu 12 árini arbeitt við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan, og hann var stigtakari og ein av stovnarunum av Tvørmegi CrossFit í 2013. 

 

- Eg havi ein brennandi alsk til at bøta um fólkaheilsu føroyinga við støði í føroyskari mentan, samleika og siðvenju, tó við nýhugsan og kreativiteti, sigur kostfrøðingurin, sum heimasíðan - www.vagur.fo - endurgevur í dag.