Men var nú alt soleiðis, sum bæði “tjóðveldismaskinan” og partar av fjølmiðlunum lýsa málið? Kann tað ikki hugsast, at onkur ósvaraður spurningur liggjur og skríggjar eftir einum svari?
Uttan mun til, hvussu Tjóðveldi og formaður teirra Høgni Hoydal saman við sínum “disiplum” og pørtum av fjølmiðlunum royna at kvala ella fjala sannleikan, so kemur hann tó at liva longst.
Tí hesar stuttu og ítøkiligu viðmerkingar:
Sum løgmaður hevði Jóannes Eidesgaard fult málsræði á ognunum í Tinganesi mótvegis Løgtinginum og fíggjarlógini og sambært Kunngerðini um Málsøki. Hetta er staðfest í løgfrøðiligari niðurstøðu!
Avtalan millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard varð uppsøgd bæði munnliga og skrivliga. Hetta er somuleiðis løgfrøðiliga staðfest!
Hvørki Løgmansskrivstovan ella tásitandi løgmaður boðsendi lásasmiði úr býnum at koma og bróta eitt lás upp á landsins ognum 1. sept. 2008. Hesin var boðsendur av Uttanríkisráðnum!
Tann, sum síðan skifti oyðilagda lásið á skrivstovuni úr aftur og fekk viðurskiftini í lagi,var húsavørðurin hjá Løgmansskrivstovuni sum partur av hansara vanliga og lógliga yrki.
Hvørki Løgmansskrivstovan ella tásitandi løgmaður boðsendi einum heilt øðrum lásamiði, at koma náttina til 5. sept. 2008 og fyri aðru ferð at bróta inn á somu skrivstovu og skifta lásið út! (Áhugavert hevði verið, um fjølmiðlar og onnur áhugaði funnu fram til, hvør hesin lásasmiður var, og hvaðar hann sendi rokningina)!
Hesar báðar hendingar áttu uttan iva at verið sendar løgregluni, so høvdu vit sloppið undan allari hesari øsingini frá Tjóðveldinum.
Alt annað, sum er sagt í hesum máli, kann kanska vera undirhaldand fyri summi, men omanfyri nevnda er tað, sum alt snøgt sagt snýr seg um, soleiðis sum eg havi skilt tað!
Onki er at ivast í, at hetta mál hevur avdúkað muruna hjá politisku leiðsluni i Uttanríkisráðnum hesa tíðina, og hetta málið hevur helst fingið táverandi løgmann at síggja formann Tjóðveldisins í sínum rætta ljósið, soleiðis at fylgjan gjørdist tann, hon nú einaferð gjørdist: Dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir!
Vit hava eina pressu, sum í tíð og úrtíð breggjar sær av sínum dugnaskapi, og tað undrar tí mangan, hví teir ongantíð hava ómaka sær at finna substansin í hesum máli, men áhaldandi frambera hetta við orðunum hjá Høgna Hoydal.
Eingin ivi er um, at Høgni Hoydal man eiga bróðurpartin av orsøkini til, at “Várið í Pragh” gjørdist so stutt!









