Tað er næstan ongin ivi um, at Manchester City nú fær sítt Champions League steypið. Manchester City vann mikukvøldið heili 4-0 á Real Madrid. Talan var um eitt sannførandi avrik, har gamli risin fall.
Manchester City – Real Madrid 4-0 (Manchester City vinnur samanlagt 5-1)
Tað var ongantíð nakar ivi. Dómarin hevði illa nokk bríkslað dystin í gongd, tá tað var sjón fyri søgn, at Manchester City fór at vinna dystin. Teir kringsettu brotsteigin hjá Real Madrid og tað var bara ein spurningur um tíð.
Um ikki belgiski málverjin hjá Real Madrid, Thibaut Courtois, hevði sínar tríggjar heimsklassa bjargingar, so var alt leyst og liðugt, áðrenn Bernardo Silva skoraði síni bæði mál í fyrra hálvleiki. Sjálvt Luka Modric sá út sum ein 37 ára gamal spælari – tað hevur hann ikki gjørt oftani.
Í seinni hálvleiki setti heimaliðið punktum við málum frá Manuel Akanji og innskifta heimsmeistaranum, Julian Alvarez. Gamli risin er fallin. Hin fer at vinna. Manchester City skal møta Inter Milan í finaluni. Nýggi risin í altjóða fótbólti er nú blivin so stórur, at tað er ikki til at fáa eyga á hvussu Inter Milan skal steðga teimum.
Finalan verður 10. juni í Istanbul.