Eric Holder var varaløgmálaráðharri hjá Bill Clinton, og eru tíðindi frá demokratiska flokkinum álítandi, fær USA ikki bara sín fyrsta litta forseta, men eisini sín fyrsta litta løgmálaráðharra.
Tann 57 ára gamli sakførarin segði herfyri, at undir demokratiska valstríðnum styðjaði hann fyrst Hillary Clinton, men at hann gjørdist so ovfarin av Barrack Obama, at hann broytti hugsan.
Sum løgmálaráðharri fær Eric Holder stóra ávirkan á, hvønn politikk USA fer at reka mótvegis yvirgangi og yvirgangsfólki. Eygleiðarar siga tó, at hansara høvuðsuppgáva verður at endurreisa álitið á løgmálaráðið, sum fleiri ferðir hevur verið í ringum sjógvi undir Bush forseta.